Arbeiðssteðgurin og blokadan heldur fram innan føroyska skúlaverkið. Føroya Lærarafelag kundi ikki góðtaka notatið, sum semingsmenninir royndu at fáa partarnar aftur til samráðingarborðið við.
Semingsmenninir gera ikki meira í løtuni.
- Fyribils hava vit vrakað uppskotið og so gongur vikuskiftið, uttan at nakað hendir. Vit hava biðið um fund við Høgna Hoydal, landsstýrismann í skúlamálum. Vit vilja fegin tosa við hann um okkara sjónarmið, tí vit halda, at hann er ikki so væl kunnaður, sigur Elsa Birgitta Petersen, forkvinna í Føroya Lærarafelag.
Skúlar lata aftur
Søgur ganga um, at á mongum skúlum er støðan ikki góð og at talan er um, at skúlarnir brátt lata aftur. M.a. tí tænastumenninir, ið eru eftir í skúlunum, bert røkja uppgávurnar, ið eru kravdar eftir tænastumannalógini.
Elsa Birgitta Petersen veit einki ítøkiligt um hesi tíðindi, men hon skilir væl, um støðan er hættislig.
Vandi sigst vera fyri, at skúlar brátt lata aftur, tí allar uppgávur verða ikki røktar og einki verður keypt inn, so ymiskt byrjar at ganga undan.
- Eg havi verið úti í skúlanum og havi sæð, at t.d. teldustovur eru læstar. Hetta er jú eitt savn. Allar serstovur eru læstar. Amboð verða ikki lænt ímillum skúlar og heldur ikki t.d. svimjihylar, tí hetta er eisini savn ella serstova, sigur Elsa Birgitta Petersen og sipar til, at røkt av serstovum og søvnum er rakt av arbeiðssteðginum.
T.d. skúlakøkarnir eru enn virknir, tí har fáa lærarar reduktión og er hetta teirra skylda at røkja.
- Lærarar fáa gjáld fyri ávíst arbeiði. Tað skulu teir gera. Men at rudda upp og annað fáa teir einki fyri, sigur Elsa Birgitta Petersen. Hon heldur, at øll nú duga at síggja, hvussu stóran týdning ein vælvirkandi fólkaskúli hevur.
- Næmingar, ið vit hava uppalt eftir nýmótans mynstri, tað vil siga at ábyrgd av egnum lívi, duga at síggja, at hetta gongur ikki. Teir einastu, ið ikki taka ábyrgd, eru politikarar.Teir taka ikki ábyrgdina av lógini, ið er smoygd yvir høvdið á okkum, sigur Elsa Birgitta Petersen.
Vendi í Fíggjarmálastýrinum
Hon vísir á, at politikarar hava sagt, at meira arbeiði fylgir við lógini.
- Undan hesi semingsroyndini setti Undirvísingar- og Mentamálastýrið upp tey 9 punktini, sum fevndu um meira álagt arbeiði. Tað fór í Fíggjarmálastýrið, har tað bleiv nógv reduserað, sigur Elsa Birgitta Petersen.
- Tá segði Signar á Brúnni, at vit skuldu fáa eitt skriv. Men hetta fór fyrst í Fíggjarmálastýrið. Har bleiv tað umarbeitt og síðani lagt fyri semingsmenninar.
Var tað hetta, ið tit ikki kundu góðtaka?
- Tað, sum nú kom, var so knapt og diktatoriskt orðað, at vit máttu siga, at soleiðis spæla vit ikki, sigur forkvinnan í Føroya Lærarafelag.
Víkuvís
Fleiri feløg í grannalondum hava kunnað seg um støðuna hjá Føroya Lærarafelag og Danmarks Lærerforening hevur spurt seg fyri, um nakað er, ið tey kunnu hjálpa við.
Høvuðsskrivarin í NLS hevur verið á vitjan hjá Føroya Lærarafelag og hevur fingið kunning um støðuna. NLS er samskipan av skúlan í Norðurlondum - frá teim minstu upp til hægri skúlar.
- Vit hava saman orðað ymiskt, ið verður sent út til grannalondini. Um ein góðan mánað verður stjórnarfundur í NLS í Føroyum. Tað verður stuttligt, tá umboðini koma, og vit eru í arbeiðssteðgi, sigur Elsa Borgitta Petersen og dylur ikki, at tað er eingin trupulleiki at halda fram við arbeiðssteðginum í ein mánað afturat og at Lærarafelagið ikki ætlar at slaka.
Í blaðnum mikudagin varð eisini nevnt, at eftir at semja er funnin, skal henda til frumatkvøðu millum limir Føroya Lærarafelags og hetta kann taka eina viku.
Hol sett á svull
- At vit fóru í arbeiðssteðg setti hol á ein stóran svull, sum nú blívur við at renna. Verður svullurin ikki tómur, verður hann ikki heilur aftur, sigur Elsa Birgitta Petersen, ið ikki metir, at nakað sum helst hendir um vikuskiftið.










