Tað, sum elvdi til eitt bæði drúgt og mangan heitt orðaskifti, var at sama dag gjørdi ein merkilig tilvild, at fyrrapartin fingu vit útborið í hvørt hús ein propagandafaldara frá landsstýrinum um fullveldisætlanina, og seinnapartin skuldi ein kritiskur fyrispurningur um kunningarpolitikkin hjá landsstýrinum í samband við fullveldisætlanina svarast í løgtinginum.
Orðaskiftið gjørdist ein eirindaleysur kritikkur av hesum sokallaða kunningarpolitikkinum hjá landsstýrinum. Tí vit kunnu nú, við hesum propagandafaldaranum sum tað higartil síðsta tiltakið í ?kunningini? hjá landsstýrinum, staðfesta, at ístaðin fyri kunning snýr tað seg um eina propagandaherferð, eina totala politiska kampanju av einvísum og einoygdum sjónarmiðum.
Fyri tað fyrsta er tað ikki bara hettar, at sjálvstýrismálið ikki verður lýst frá fleiri síðum. Tað er verri enn so, tí umframt at lýsa síni egnu sjónarmið tekur man nú til eitt nýtt propagandatrick: man uppfinnur nøkur kritikkpunkt, íð verða sett fram sum spurningar. Á henda hátt tekur man so at siga orðið úr munninum á lesarunum: ?Jú, men andstøðan sigur ...?. Man velur so teir hóskiligastu kritisku spurningarnar burturúr, snarar teimum eitt sindur so teir verða lagaligari at svara uppá ? og so vísir man teimum aftur. Tey kritisku sjónarmiðini verða jarðløgd. Ikki eitt verður standandi til lesararnar sjálvar at taka støðu til.
Fyri tað næsta er ?kunningarpolitikkurin? í sjálvstýrismálinum ikki kunning men ein propagandaherferð, tí í allari hesi almenni ?kunningini? er ein fullkomin yvirvág av sjónarmiðinum hjá tí eina partinum. Eg sigi ikki at tað er lygn, at tað er ósatt, sum verður sagt. Men tá bara sjónarmiðini hjá øðrum partinum hava eitt so fullkomið yvirræðið í tí sum verður borið út, tá skiftir kunning til at vera rein og sker propaganda. Hóast hetta er eitt mál, sum býtir flokkarnar og tjóðina í tveir líka stórar partar, sum standa ímóti hvørjumøðrum, so brúkar landsmyndugleikin alt sítt vald at propagandera fyri teirri einu síðini. Tað verður ikki tikið minsta fyrilit fyri, at í veruleikanum er tað ikki nakar meiriluti, heldur bara ein minniluti í fólkinum, sum tekur undir við landsstýrinum í hesum málinum.
Fyri tað triðja hevur kunning sum fyritreyt, at tað er nakað nýtt, sum tú ber fram. Landsstýrið er langt síðani givið við at bera nýggj sjónarmið fram, tíansheldur nýggjar upplýsingar. Tvørtur ímóti júkar man uppísaman aftur, endurtekur, trúttar niður í fólk. Landsstýrið er langt síðani farið frá at upplýsa og til at agitera, at royna at umvenda tað mótvilliga fólkið, um at tað sum landsstýrið ætlar, er tað einasta rætta, og alt hitt er ábyrgdarleyst.
Fyri tað fjórða so ?kunnar? landsstýrið á ein slíkan hátt, at ávísir partar av tí kanningararbeiðinum, sum er gjørt, verða tagdir burtur. Hvør minist t.d., at í samband við sonevndu búskaparfrágreiðingina var eisini gjørd ein kanning av, hvussu privatu húsarhaldini og vælferðin hjá fólkinum var ávirkað, um ríkisveitingin varð tikin burtur í einum. Hetta verður jú støðan við eina loysing við eina skiftistíð uppá bert 4 ár. Hesi sonevndu ?íslendsku tølini? umrøddu týðandi tættir sum t. d. ?Vælferð og kappingarføri?, ?Skattatrýst? og ?Arbeiði og vælferð?. Við øllum teim fyrivarnum, sum vóru gjørd, vísti henda kanningin um ?langtíðarárin av at ríkisveitingin fellur burtur?, at t.d. húsarhaldsnýtslan fellur 24%, skattatrýstið økist 23-27% og ?samanløgd mist vælferð? verður 17%. Nei, henda partin av búskaparfrágreiðingini dámdi landsstýrinum ongantíð, og tað er sjón fyri søgn, at í nýggja propagandafaldaranum frá landsstýrinum verður onki grett um hesi viðurskiftini. Tó kunnu tey, sum hava teldusamband heima, og duga og tíma at leita væl og longi millum annað líkt og ólíkt á fullveldisheimasíðuni hjá landsstýrinum, finna hesi ?íslendsku tølini? undir ?Tak niður?. Tað er aktuellur lesnaður.
Sjálvstýrismálið er kanska tað týdningarmesta málið nakrantíð at taka støðu til og fremja á ein hátt so tað verður øllum fólkinum at gagni. Tí er so umráðandi at kunningin verður meira álítandi enn higartil, og at henda kunningin virðir tann veruleikan, at tað eru fleiri leiðir ?frá heimastýri til fullveldi? enn tann eina, sum landsstýrið ber út.
Hans Pauli Strøm,
javnaðartingmaður