? Eg skilji ikki, hví uppskotið um at stovna ein fiskidagamarknað skal koma so óvart á menn.
? Tí hetta er ikki annað enn ein heilt natúrlig avleiðing av tí førda fiskivinnupolitikkinum.
Enn eru tað ikki nógv, sum hava tikið undir við uppskotinum hjá Búskaparráðnum um ein almennan fiskidagabanka.
Men formaðurin í Meginfelag Útróðrarmanna er ein av teimum higartil heilt fáu, sum halda, at uppskotið er ikki heilt burturvið.
Chris Jan Michelsen leggur dent á, at Megnfelag útróðrarmanna er avgjørt ímóti at tað skal bera til at keypa og selja fiskidagar.
? Men hjá teimum, sum taka undir við tí, er uppskotið um ein fiskidagamarknað ikki annað enn eitt heilt natúrligt stig fram ímóti tí, sum tey vilja hava, nevniliga fult frælsi á fiskivinnuøkinum.
Var alla tíðina ætlanin
Chris Jan Michelsen sigur tískil, at hjá teimum, sum taka undir við, at ongar avmarkingar skulu vera, er uppskotið hjá Búskaparráðnum als ikki burtur úr vón ov viti, sum onkur hevur tikið til.
?Hetta uppskotið er tó eitt sindur meiri víðgongt, enn vit eru von við. Tí hetta leggur upp til fullkomiliga fræls, handilsig viðurskifti. Chris Jan Michelsen sigur, at í løtuni eru tær avmarkingar í fiskivinnuni, at eigaraviðurskiftini til fiskirættindini verða løgd føst. ? Nú er tað so, at ávísir menn, sum longu eru í vinnuni, fáa fiskirættindi fyri einki, sum teir so varðveita, og kunnu selja við tí vinningi teir kunnu fáa, tá ið teir gevast, ella leggja um.
? Men hetta er bara galdandi fyri tað fyrsta ættarliðið av vinnulívsfólki.
? Og fyrsta ættarlið kann illa rópa seg uppá handilslig viðurskifti, tí teir eru komnir ókeypis upp í vinnuna.
? Men annað ættarlið av vinnulívsmonnum er verri fyri, tí teir noyðast at keypa fiskirættindi frá teimum, sum longu eru í vinnuni.
Og Chris Jan Michelsen sigur, at fyri øll onnur, enn netupp fyrsta ættarlið av vinnulívsmonnum, er uppskotið hjá Búskaparráðnum meiri rættvís, enn skipanin, sum nú er.
? Tí verður ein almennur fiskidagamarknaður settur á stovn, standa allir á jøvnum føti og kunnu keypa fiskidagar frá einum óheftum í rætvísari kapping.
? Sostatt er skipanin, sum nú er, beinleiðis kappingaravlagandi við tað, at fyrsta ættarliðið av vinnulívsmonnum slapp ókeypis upp í vinnuna, men øll onnur hinvegin mugu betala fyri síni fiskirættindini.
Chris Jan Michelsen vísir eisini á, at hetta er ikki nakar nýggur tanki.
Hann vísir m.a. á, at á einum fundi í 1998 ímillum vinnuna og John Petersen, fiskimálaráðharra, sum tá var, segði hann, at viðurskiftini í fiskivinnuni skuldi vera so fræls sum gjørlig við fullu rættindum at keypa og selja dagar. Endamálið við tí skuldi verða, at flotin skuldi blíva so væl fyri, at hann var førur fyri at gjalda landskassanum eina tilfeingisrentu, gjørdi John Petersen púra greitt.
Formaðurin í MÚ vísir eisini á, at tað er ógvuliga sannlíkt at úrslitið av sakarmálinum í Íslandi um bátin, sum fiskaði, hóast hann onga kvotu hevði, verður, at íslendingar skipa ein kvotamarknað.
? Ein íslendskur kvotamarknaður er ikki longri burtur enn so, enn at hann er verululeiki, um rætturin kemur til ta niðurstøðu, at tann førdi fiskivinnupolitikkurin um ognarrættin til kvoturnar, ikki er sambæriligur við grundlógina.
Hann sigur sostatt, at tað er ikki Búskaparráðið, sum hevur fostrað tankan um ein fiskidagamarknað.
? Tað hava politikarar. Og teir, sum gera seg til talsmann fyri handilsligum viðurskiftum í fiskivinnuni, mugu eisini fylgja tí, sum hendan hugsjónin førir við sær, sigur Chris Jan Michelsen.
? Vit eru eisini av teirri áskoðan, at førdi fiskivinnupolitikkurin er ikki sambæriligur við lógartekstin, har tað stendur, at tilfeingið er fólksins ogn og at endamálið skal vera við til at skapa virksemið kring landið. Tað ger útróðurin, sum er. Men verða rættindini miðsavnað á nakrar á fáar hendur- og tað kann skjótt verða avleiðingin, um tað verður fult frælsið at keypa og selja fiskidagar- so ger hann tað ikki longur.










