Fyri tað at tú gert eina kanning ella eina framrokning fyri tann sak skuld, so merkir tað ikki av sær sjálvum, at úrslitið, sum kemur fram í kanningini, er tað endaliga og einasta rætta.
Tað má vera niðurstøðan eftir tíðindafundin á Hotel Hafnia, sum búskaparnevndin undir Hvítubók skipaði fyri fyrrapartin í gjár.
Herman Oskarson, sum hevur staðið fyri hesum partinum av arbeiðinum legði alt fyri eitt dent á, at »úrslitið«, sum stendur í heftinum, ikki er eintýðugt, og heldur ikki er tað einasta rætta úrslitið, men tað vísir hvørjum politikararnir eru uppi ímóti um einki verður gjørt.
Úrslitið av kanningini, sum búskapardeildin hjá Háskóla Íslands hevur gjørt, er, at vælferðin í landinum fellur, at skatturin í landinum fer upp - fyri onkrar bólkar við 20 prosentum, og at uppsparingin minkar við 20 prosentum ella har á leið.
Í ringasta føri
Tað, sum Herman Oskarson legði alstóran dent á í byrjanini av framløgu síni var, at tað her var talan um »worst case«.
? Her er sett upp hvussu tað fer at síggja út, um ríkisveitingin verður broytt - tikin burtur - og einki annað verður sett í staðin, ella um ikki poltikkararnir ikki broyta umstøðurnar.
Tá farið verður undir slíkt kanningararbeiði er neyðugt at seta upp nakrar fortreytir.
Illa ber til at endurskapa eitt samfelag í einum myndli, og tí verður aloftast valt at skera samfelagið inn á bein so at siga. Hetta skal skiljast soleiðis, at tað eru bara nakrir heilt fáir partar av samfelagnum, sum kunnu broytast í einum slíkari kanning, og tað er tað, sum ger tað møguligt at koma til eitt úrslit.
Í hesi kanningini er ein fortreyt, at einastu broytingar, sum fara fram eru at ríkisveitingin fellur, og fyri at fíggja tað verður landskassin fyltur við skattapengum, ella sagt við øðrum orðum, at skatturin fer upp.
Fer skatturin upp, flyta fólk sum oftast av landinum, men hetta »ber ikki til í myndlinum«, tí hann er læstur fyri til- og fráflyting.
Ógvuslig árin
Niðurstøðan av kanningini, ella av framrokningini er, at árini á búskapin, um ríkisveitingin verður tikin burtur uttan at annað verður sett í staðin, eru ógvuslig.
Í mun til útgangsstøði, sum er landsroknskapurin fyri 1997, fellur húsarhaldsnýtslan við um. 24 prosentum, um so er, ta ríkisveitingin verður tikin burtur, og einki annað kemur inn í búskapin ístaðin.
Sambært Hermanni Oskarsyni er hetta tó ikki serliga løgið, tí tað sum hendir er, at gott og væl ein milliard verður tikin úr búskapinum, og tað merkist aftur í og við, at meiri skattur skal takast frá fólki fyri at fíggja samfelagið, sum í myndlinum er hildið á sama støði sum í dag.
Í sama andadrátti heldur Herman Oskarson tað verða neyðugt at vísa politikarunum á enn einaferð, at tað sum á borðinum liggur, ikki er tann ævigi sannleikin, men ein ábending um hvat kann henda.
? Hetta er enn eitt stýringsamboð til politikararnar, segði hann.
Politiskt orðavavstur
Tá Herman Oskarson var liðugur, sluppu uppmøttu politikararnir at seta búskaparfrøðingunum spurningar, og tá útviklaði tíðindafundurin seg til eina parodi upp á eitt politiskt orðaskifti.
Um tað var tí at fjølmiðlarnir vóru til staðar, er ikki gott at vita, men allir flokkarnir sluppu frá hond at gera sínar egnu politisku viðmerkingar til tað sum á borðinum lá, og eisini til arbeiðsmátan hjá Búskaparbólkinum í sambandi við hesa framrokningina.
Tað, sum kom fram var ein politiskur slutur fyri ein slatur, tí, sum øll vita, eru flokkarnir ymiskir á máli um spurningin um fullveldi, og tí mintu spurningarnir og viðmerkingarnar meira um politiskt orðaskifti enn um spurningar til teirra sum høvdu arbeitt við málinum.
Bara onkur hissini politikari kláraði at halda seg til tann veruleika, sum Herman Oskarson vísti á, at framrokningin er ein partur av Hvítubók, og tí skal brúkast sum eitt stýringstól ístaðin sum ein kastibløka um hvat er rætt og hvat er skeivt í kjakinum um fullveldi.