Ferðin um bláu gongustjørnuna

Í dag prenta vit brot úr nýggju bókini »Ferðin um bláu gongustjørnuna« eftir sjófaran Duritu Holm av Sandi

Mánadagin kemur bókin »Ferðin um bláu gongustjørnuna« út á forlagnum Freyja. Vit prenta kapitilin Niue og brot úr kapitlinum Kongaríkið Tonga. 21 ára gomul legði Durita til havs við seglbátinum Salka Valka, og hon sigldi í trý ár kring knøttin. Hetta er søgan um sigling, fjarskotin lond, kærleika og at gerast mamma á leiðini.


Niue

Kósin var sett á Niue, ein lítil oyggj millum Rarotonga og Kongaríkið Tonga. Tað vóru gott 600 fjórðingar at sigla. Lotta var tíverri ikki longur umborð, hon skuldi heim aftur til sítt starv innan heilivágsídnaðin.

Lotta hevði verið við okkum í góðar seks vikur, hon hevði arbeitt so nógva yvirtíð tað seinasta árið, at spara tíð saman. Vanliga hevði hon bara fimm vikur frí í eitt heilt ár.

Tá ið Lotta greiddi mær frá hesum, vildi eg í fyrstani ikki trúgva henni, eg helt ikki at tað kundi bera til, bara at hava fimm vikur frí í eitt heilt ár. At eg visti so lítið um, hvussu arbeiðsmarknaðurin virkaði, var eisini eitt sindur ræðandi at staðfesta.

Hetta hevði stóra ávirkan á meg, eg hugsaði nógv um tað og dugdi ikki at ímynda mær ein slíkan lívshátt. Nær skuldi einstaklingurin í eini slíkari skipan, hava tíð til frælsi og menning uttan fyri tað vinnuliga. Hvussu lagaði eitt slíkt lív seg, har bara fimm vikur árliga vóru tøkar til sín sjálvs?

Eg helt tankan vera ræðandi og syndarligan og dugdi væl at skilja, hví so nógv vanlig fólk eru so strongd og óeydnusom ? ei undur í at fólk nýta so nógva orku til grenj og ónøgd.

Tey fyrstu trý samdøgurini gekk alt væl, góður vindur og skútan fleyg av stað, men so brast óveður á, ættin var vestan, vindurin ýldi og østi sjógvin upp, samstundis sum regnið oysti niður ? einki stuttligt.

Vit sigldu so tætt at vindinum, sum Salka megnaði, men spakuliga gekk, tí sjógvur og vindur vóru ímóti, og vit høvdu fult rebaði segl. Enn verri gekk, tá bæði fokka og mesanurin skrædnaðu allan vegin tvørturum og máttu takast niður. Eg takkaði mær sjálvari fyri, at eg hevði keypt nýtt stórsegl, annars veit eg ikki, hvussu vit nakrantíð vóru komin vegin fram.

Tað var 17. august, og óveðrið hevði leikað í tvey samdøgur. Hjálmar og eg høvdu vakt saman. Eg bannaði og blótaði inn á veðrið, vit sigldu langt av kós, og alt var vátt, ikki ein turr koyggja var umborð og lítið og einki turt klædnaplagg heldur. Í afturkahúttini fossaði sjógvur inn gjøgnum bakborðs kúgveygað, sum ikki kundi latast nóg væl aftur.

Hjálmar hevði føðingardag dagin eftir. Eg segði við hann, at um veðrið ikki batnaði dagin eftir á hansara føðingardegi, so var eingin ivi um, at hann hevði ábyrgdina av veðrinum, at óveðrið var Veðurgudanna revsing fyri hansara ringa atburð í farna ári. Eg lovaði, at um sama veður var á føðingardegnum, so var ikki annað at gera, enn at ofra hann til havsins Gudar, so vit kundu fáa skipið og restina av manningin trygt í havn.

Føðingardagurin kom, Hjálmar skuldi ofrast, veðrið leikaði enn hart á. Tað var við tungum hjarta, eg bant eitt turriklæði um eygu hansara, gjørdi hann til reiðar til havsins djúpu øði, eg helt hóast alt, at Hjálmar var ein fittur drongur.

Brádliga vóru øgilig róp og skrál á afturdekkinum, fiskur var á línuni, men ikki nakar vanligur fiskur, rópt varð eftir hjálp, tí tungt var at draga. Eg mátti sleppa Hjálmari, fiskin skuldu vit hava, og øll máttu draga, tí hart stóð á.

Spenningurin var stórur, hvat var hetta fyri eitt villdjór, ið var so ringt at basa. Hálvur tími gekk áðrenn vit útlúgvaði sóu skuggan av djórinum í kjalarvørrinum. Tá hoyrdust gleðisróp blandað við ræðslu og óvissu ? ein hávur ? varð rópt.

Hávur var tað, og hann var bæði stórur og sterkur, tað tók enn ein hálvan tíma, áðrenn vit fingu hann heilt inn at hekkuni á Sølku. Ódjórið var ræðuligt á at líta, hávurin mundi vera um tveir metrar langur og gapaði øgiligt. Tær hvøssu tenninar lýstu ímóti okkum í allari síni andstygd. Okkurt mátti gerast, vit høvdu nú tikið ein tunnan enda runt um sporlið, men vit kundu ikki undir nøkrum umstøðum taka hann innanborða, meðan hann glepsaði soleiðis við tí sterka kjaftinum. Heini avgjørdi, at hann tordi at fara niður við einum knívi og royna at skera hann á háls. Tað var ikki lætt, tí kom hondin fyri kjaftin, so var hon hávaføði, men tað eydnaðist honum tó eftir nakrar royndir. Blóðið fossaði og litaði tann skúmandi hvíta kjalarvørrin reyðan. Jonhard skuldi júst leggja ein sterkari enda um sporlið á hávinum, tá ið tað velduga likamið brádliga spenti seg eina ferð í deyðadráttinum. Øll trý bondini sum vit høvdu á honum slitnaðu, hann svam burtur við blóðinum fossandi úr sær. Vit stóðu nipin og vónbrotin og fingu næstan ikki orðið upp av harmi yvir missin av hesum stórsligna fongi, men glaðir hava hinir hávarnir helst verið fyri hendan, av Heina, væl særda háv.

Vit lósu í bókini um hávar, at tað var ein white tip ocean shark, sum er ein av teimum vandamiklastu í heiminum, ikki at blanda saman við white tip reef shark, sum er nógv minni og rættuliga vandaleysur.

Vit høvdu dystast við hávin í meira enn tveir tímar, og tekin vóru til at vindurin minkaði. Eg hugsaði, at Gudarnir kanska vóru nøgdir við hávaofrið og avgjørdi at sleppa Hjálmari hesaferð.

Heilt fyri ongum vóru vit tó ikki yvir missin av hávinum. Lønina fingu vit dagin eftir, tá ið ein stórur bonito tunfiskur var á húkinum. Vit fingu tvær heilt einastandandi góðar máltíðir burturúr tí bulmikla fiskinum. Vit vóru øll samd um, at tað var besti fiskur, vit nakrantíð høvdu smakkað.

Á Niue er bara ein vík, har til ber at liggja fyri akkeri, men tað er ikki nøkur væl vard vík, og har ber bara til at liggja, á eysturætt og landsynningi. Eg hevði stúrt fyri, at tað als ikki fór at bera til at steðga á Niue, men tá ið veðrið batnaði eftir trimum samdøgrum við óveðri, skifti ættin eisini so líðandi til eystan, og tann 20. august um morgunin tóku vit endiliga eina fortoyning uttan fyri bygdina Alofi á Niue.

Kaptein Cook, sum er mín størsta hetja, nevndi Niue The Savage Island tann villa oyggin, tí hann ongantíð slapp í land. Tey innføddu, sum høvdu reyðmálaðar tenn, forðaðu honum og róku hann burtur

Niue er í frælsum felagsskapi við New Zealand, og har búgva einans 2300 fólk. Niue er eisini heimsins næststørsta koraloyggj.

Fólkið á Niue var sera kristið. Har vóru allar møguligar kristnar kirkjur til tær fáu sálirnar, og fólkini vóru als ikki vill og ófyrikomandi sum á Cooksa døgum, tvørturímóti.

Manningin var skjót í land. Vit høvdu øll lisið um oynna, sum tóktist sera spennandi. Har vóru nógv dropasteinshelli inni í berginum. Hellini skuldu verða heilt einastandandi við atliti til ljós og litir. Niue hevði eisini smáar lagunur, har litfagrir fiskar svumu, oyggin var ofta umrødd sum ein av perlunum í Kyrrahavinum.

Eg var verandi umborð tað mesta av degnum, eg fór bara í land at gera pappírsarbeiði og so út aftur á Sølku, har var nógv at fáa skil á aftaná tað ringa veðrið.

Um kvøldið, tá ið manningin kom umborð aftur, vóru tey á gosi um hesa deiligu oyggj, og eg gleddi meg at fara í land dagin eftir. Men so skuldi ikki vera. Um náttina skifti ættin og skilliga sást, at best var at fara áðrenn vindurin vaks, tó skuldu Kári og Jonhard fyrst í land at keypa onkur smáting, áðrenn vit loystu. Vindurin vaks skjótt, og tá ið Jonhard og Kári komu oman aftur á lendingina, brutu aldurnar langt uppá lendingina, og tað var ikki hugsingur um at sjóseta tað lítlu jolluna, hon hevði farið í knús.

Tveir aðrir seglbátar høvdu ligið fyri akkeri, men teir loystu beinanvegin, tí nú var vesturætt og eingin lívd. Aldurnar vuksu, og skjótt rullaði Salka Valka verri, enn hon gjørdi, tá ið vit sigldu. Tá ið Salka siglir, stuðla seglini henni, og hon flytir seg undan aldunum, meðan her, við eina stutta fortoyning, lá hon og rullaði, rykti og skrykti.

Tað var ein stak vánalig støða, vit vóru komin í. Salka lá nær klettunum, vindurin lá at landinum, og vit vistu ikki um fortoyningin helt. Tvær ferðir sendi eg Heina niður at hyggja eftir fortoyningini, hann helt, at hon fór at halda. Eitt var vist, um hon slitnaði, so fór ikki at vera tíð til at starta motorin, áðrenn Salka rak upp á teir brimbardu klettarnar.

Høvdu vit kunna farið, vóru vit farin alt fyri eitt, men vit kundu ikki fara uttan Kára og Jonhard. Vit seymaðu segl allan dagin, men vit høvdu ongan frið á okkum og vónaðu at ættin skifti. Tað gjørdi hon ikki fyrr enn um náttina, tá fór hon meir í ein sunnan, og tíðliga um morgunin eydnaðist tað Jonhardi og Kára at flota jolluna og rógva út. Eitt petti var tó brotnað úr stavninum á jolluni, tá ið teir sjósettu hana, og tað var um reppið, at teir megnaðu at koma sær frá tí vandamiklu lendingini, uttan at verða tiknir av aldunum og slongdir inn ímóti.


Kongaríkið Tonga

Vit loystu beinanvegin, og vindurin var fínur, vit struku av stað fyri fullum seglum á veg til Kongaríkið Tonga, ið einans lá 220 fjórðingar fyri vestan.

Tongaoyggjarnar eru 170 í tali, men einans 36 av teimum eru bygdar, harumframt er kongaríkið býtt í tríggjar ymiskar oyggjabólkar, vit skuldu vitja tann norðasta av oyggjabólkunum, Vava´u oyggjabólkin.

Kaptein Cook vitjaði eisini Tongaoyggjarnar og kallaði tær Friendly Isles ? vinarlagsoyggjarnar, tí hann var so væl móttikin, tá ið hann kom fyrstu ferð í 1773. Kongurin og hansara fólk borðreiddu við meir mati, enn teir nakrantíð høvdu sæð, og til teirra æru varð skipað fyri boksikampi og dansi. Tonga menninir royndu seg eisini til stuttleika í holmgongu við bretarnar, men tað var ikki so stuttligt í longdini, tí Tonga búgvarnir kendu næstan onga mótstøðu frá hvítingunum.

Søgan sigur, at ætlanin var at taka Cook og hansara menn til fanga og eta teir sum liður í veitsluni, men Cook takkaði konginum og hansara fólki so miriliga, at Tonga menninir lótu teir sleppa. Cook gav konginum eina Galapagos skjaldbøku, sum var slept at ganga í tí kongaliga urtagarðinum, og har gekk hon heilt til 1966, tá hon yvir 200 ára gomul doyði.

Oyggjarnar vóru vakrar, og vit trivust øll væl, alt talaði fyri at her fór at vera stuttligt. Fólkini vóru nógv øðrvísi enn aðrastaðni í Kyrrahavinum vit høvdu verið, men tað var kanska ikki so løgið, Kongaríkið Tonga eru einastu oyggjar í Kyrrahavinum, sum ongantíð hava verið hjáland. Tó kann kanska sigast, at tey óbeinleiðis hava havt innrás, tí ongastaðni í Kyrrahavinum havi eg sæð so nógvar kirkjur sum á Tonga. Allar vóru kristnar, og eg las, at 16 ymisk kirkjusamfeløg eru í oyggjunum.

Fólkini vóru eyðsæð nógv fátækari enn í Franskt Polynesia, Cook oyggjunum ella Niue, tað komst sjálvandi av, at tey ikki høvdu nakra ríka tjóð aftanfyri seg at stuðla fíggjarliga.

Fólkið var ógvuliga trúgvandi. Tað var næstan sum at ferðast í einum muslimskum landi. Kvinnurnar gingu í longum ermum, niðurdeili og uttaná niðurdeilinum høvdu tær tað sonevndu ta´ovala, tað er ein mátta vovin úr pandalus-bløðum, tær høvdu hana rundan um seg og rakk niður á skógv. Tær bundu hana fasta við einum bandi gjørt úr kokosnøt fibrum.

Menninir brúktu eisini hesar mátturnar, og tað sá heilt øgiliga løgið og ópraktiskt út, tá ið tey komu gangandi.

Tá ið vit vóru í landi, gingu vit ikki í stuttum buksum og stuttermaðum blusum, vit krógvaðu í minsta lagi knøini og herðarnar, men tað var troyttandi í hitanum.

Eg gekk nakrar túrar á oynni, har var fátæksligt, men eingin tóktist tó líða nakra neyð, og øll vóru tey serstakliga væl í holdum, mest sum ov eftir okkara tykki, men á Tonga verður vakurleikin hjá eini kvinnu m.a. mettur eftir, hvussu væl í holdum hon er.

Kirkjur vóru allastaðni, og eg kundi ikki lata vera at hugsa, at betur hevði verið at nýtt peningin, sum fór til allar tær mongu vøkru kirkjunar, til onnur samfelagslig áhugamál, heilsu, útbúgving ella okkurt tílíkt.

Allastaðni runnu smágrísar, høsn, hundar og børn hvørt um annað. Lívið tóktist friðarligt og dovisligt. Konurnar sótu uttanfyri húsini og slatraðu, og menninir hampaðu um bananplanturnar ella bara nutu dagin.

Fólkini tóktust tó ikki eins fyrikomandi móti fremmandafólki, sum har vit higartil høvdu verið í Kyrrahavinum, tey vóru tó heldur ikki óvinsæl bara líkasæl.

Ein dagin fóru vit á eitt gistingarhús. Har høvdu tey svimjihyl, og vit trongdu øll til at slappa av og njóta eitt sindur av luksus. Har sat ein ung genta og las. Hon æt Sonya og var úr Kanada, hon hevði arbeitt í fýra mánaðir á Tonga saman við einum fornfrøðingi og var nú liðug og visti ikki heilt, hvat hon skuldi. Hon var so fitt, at eg spurdi, um hon hevði hug at koma við okkum, tað vildi hon fegin, og hon flutti umborð dagin eftir.

Jonhard, Elin og eg vitjaðu eina lítla bygd longur eystri á høvuðsoynni, har skuldu vit uppliva, hvussu gargantuan veitslur vóru hildnar. Á Tonga ganga tey høgt uppí ymisk hátíðarhald sum giftarmál, jarðarferð, kongshúsið og fínar gestir, tað verður í høvusheitum hátíðarhildið við mati og dansi.

Hendan veitslan var ikki ein rættilig veitsla, hon var fyri ferðafólk, men tá ið steðgurin er stuttur, er torført at uppliva ta ektaðu vøruna.

Eg hugsi ongantíð, eg havi smakkað so góðan mat, eg havi heldur ongantíð sæð so nógvan mat til so fá fólk. Maturin, taro, yams, cassava, breyðfrukt, søt eplir, spinatbløð, fiskur, hummarar, høgguslokkar, høsnarungar og grísaungar, var tilgjørdur í einum jørðovni. Tað var gjørt soleiðis: Fyrst gróvu tey eitt djúpt hol, síðan tóku tey matin, stoyttu kokosróma yvir hann, ballaðu bananbløð uttanum, løgdu hann niður í holið, og gróvu útyvir aftur. So kyndu tey bál omaná, tað skuldi ikki loga, men bara gløða. Soleiðis lá maturin í fleiri tímar, áðrenn hann var grivin uppaftur og borin inn til gestirnar á stórum heimagjørdum trogum.

Vit ótu í fleiri tímar, sitandi á vovnum máttum, øll ótu av sama trogi. Tað var spennandi at lata bananbløðini upp, tí vit vistu ikki altíð, hvat var í, men tað smakkaði alt heilt ævintýrligt.

Tá ið vit endiliga vóru liðug at eta, dansaðu gentirnar fyri okkum, ikki dansur soleiðis sum vit kenna tað, ikki so rútmiskt, men meira glíðandi rørslur við ørmum, hondum og beinum.

Vit lógu nakrar dagar fyri akkeri við høvuðsoynna og hittu nógvar gamlar kenningar. Danska bátin Calypso við Mads umborð, hann hittu vit fyrstu ferð á Nuku Hiva á Marquesas oyggjunum, og new zealandska bátin Johannu, sum vit hittu fyrstu ferð á Barbados, sjálvt Maria, týska gentan vit hittu á Rarotonga, var her. Hon sigldi nú við einum ungum eysturríkara, sum hon hevði hitt. Vit avgjørdu øll somul at fara út til nakrar av teimum óbygdu oyggjunum at hugna okkum, har var ein ørgrynna av væl egnaðum víkum at kasta akker í.

Vit hugnaðu okkum so sanniliga eisini, vit svumu á sjónum, vóru nógv saman við fólki frá hinum bátunum, og eitt kvøldið gjørdu vit øll mat hvør í sínum lag og tóku við til katamaranina Moana Uli Uli hjá Valentino, sum Maria var umborð á. Katamaranir hava stórt dekspláss, og har sótu fýra manningar og ótu og prátaðu til langt út á kvøldið.