ÓLAVUR Í BEITI
Helena Dam á Neystabø, almanna-og heilsumálaráðharri, legði í farnu viku fram frágreiðing sína í sambandi við alheims handikappdagin 3. desember 1999. Tað er ST sum hevur valt 3. desember at vera alheims handikappdag. Hetta varð gjørt fyri at lond um allan heim skulu hava møguleika at fylgja tí arbeiði upp, sum flest øll lond, eisini Føroyar, byrjaðu í 1981, ið var alheims handikappár. Endamálið við degnum er, at politikarar í øllum londum eftirmeta tað, ið gjørt er, og hvat enn liggur á láni.
? Til tess at tryggja at henda eftirmeting kann fara fram, og at støða teirra brekaðu regluliga verður sett á politisku dagsskránna, fær Løgtingið við hesari frágreiðing eitt høvi til at skifta orð um málið, sigur Helena Dam á Neystabø.
ST fyrimyndarreglur
? Enn eru Føroyar ikki sjálvstøðugur limur í ST. Kortini eiga vit at leggja stóran dent á, at Føroyar fylgja altjóða leiðsreglum STs. Nú ST-fyrimyndarreglurnar eru komnar á føroyskum, eru tey politisku málini um javnstøðu og javnbjóðis rættindi teirra brekaðu gjørd sjónlig og ítøkilig, og ikki minst, hvussu farast skal fram.
? Til dømis áseta ST-fyrimyndarreglurnar í teimum fyrstu greinunum, at vit alsamt og støðugt eiga at gera vart við tørv og rættindi hjá brekaðum, at brekað eru borgarar við somu rættindum og skyldum, sum aðrir borgarar, og sostatt hava rætt til tiltøk sum beina burtur allar forðingar sum tarna teimum at vera uppi í øllum, at brekaðum verður tryggjað viðgerð, endurbúgving og annan stuðul, soleiðis at tey kunnu luttaka í samfelagslívinum á jøvnum føti við onnur.
? Hesar grundleggjandi fyritreytir verða fylgdar av ítøkiligum leiðbeiningum um, hvussu vit veita øllum fullgóðan møguleika til vitan, kunning og samskifti eins væl og til útbúgving, arbeiði, inntøkutrygd og almanna trygd, familjulív, mentunarlív, frítíð, ítrótt og átrúnað.
Somu rættindi
- somu skyldur
? Víst verður á, at tá ið brekað fólk fáa somu rættindi sum onnur, skulu tey eisini hava somu skyldur. Tað merkir, at tá ið hesi rættindi eru vunnin, skal samfelagið vænta sær meira av brekaðum fólki. Tí, sum part av mannagongdini at vinna javnstøðu, skulu tiltøk verða sett í verk til at hjálpa brekaðum at taka við fullari ábyrgd sum samfelagsborgarar.
? ST-fyrimyndarreglurnar geva ítøkiliga leiðbeining, sum Løgting, Landsstýri og aðrir myndugleikar eins væl og einstaklingar og feløg beinleiðis kunnu og eiga at brúka, sum grundarlag undir meiri tilvitsku og framtakssemi í tí dagliga arbeiðinum.
? Hetta merkir, at tað ikki bara snýr seg um almannaviðurskifti ella heilsuviðurskifti, tá ið vit røða um at tryggja øllum borgarum, ið bera brek møguleikan fyri at fáa fulla luttøku og somu møguleikar, men um eina felags ábyrgd, sum eisini hvílur á skúlaverki, mentunarlívi, arbeiðsmarknaði, samferðslu o.s.fr.
Almannanevnd
? »Somu møguleikar fyri øll« merkir ein mannagongd, har allar tær ymisku skipanirnar í samfelagnum um umhvørvinum, sum til dømis tænastur, arbeiði, upplýsing og skjøl verða gjørdar atkomuligar hjá øllum, serliga brekaðum fólki.
? Hóast hesar reglur ikki eru bindandi, kunnu tær gerast fyrimynd um allan heim, tá ið nógvar tjóðir seta tær í verk við ætlanum um at virða tær sum reglu í altjóða lóg. Tær krevja, at hvør einstøk tjóð bindur seg bæði moralskt og politiskt, at arbeiða fyri javnrættindi fyri brekað fólk.
? Soleiðis eiga vit eisini at tryggja, at politikkurin, sum verður rikin í Føroyum er í samsvari við »Fyrimyndarreglurnar um javnlík rættindi hjá brekaðum«. M. a. á henda hátt lima Føroyar seg inn í altjóða samfelagið.
? Almannanevndin sum fer til verka áðrenn jól, og sum verður sett saman av fakfólki, brúkarum, fyrisitingini og fólki við almennari vitan, skal millum annað gera tilmæli til tær tillagingar av føroysku almannalóggávuna sum krevjast, til tess at tryggja brekaðum javnbjóðis rættindi og skyldur, segði Helena Dam á Neystabø m.a., tá ið hon legði sína frágreiðing fram.