Túsundáraskiftið nærkast og flogbóltsleikararnir eru, eins og onnur ítróttarfólk farin í jólafrí og sostatt er kappingarárið hálvrunnið.
Í slíkum løtum kann vera áhugavert at gera støðuna upp og hyggja at hvussu leikur er farin.
Fleyr vælkoyrandi
Hjá monnunum hevur hetta árið víst seg at vera árið hjá Fleyr. Higartil í øllum førum.
Teir hava ruddað alla mótstøðu av vegnum í so at siga øllum dystum.
Væntandi var, at Fleyr skuldi fara at klára seg væl, men at yvirvágin skuldi gerast so stór var ikki væntandi.
Orsøkin til, at Fleyr hevur klárað seg so væl í ár, sammett við í fjør er, at teir hava so at siga sama liðið sum seinasta ár, og umframt tað eru teir styrktir við rumenska venjaranum Pascu Romica, sum kortini ikki hevur spælt so nógv, m.a. vegna skaða.
At Fleyr er besta boðið upp á ein meistara er eingin sum helst ivi um, og tað tykist sum teir eru greiðir yvir tað sjálvir, tí teir taka hvørja einastu uppgávu í stórum álvara.
Mjølnir fram
og ÍF aftur
Hjá meistarunum í fjør hevur næstan einki riggað higartil í ár.
Teir hava spælt væl til tíðir, men tað hevur bert í heilt fáum førum verið í ein heilan dyst, og tað hevur í uppaftur færri førum verið nóg mikið til ein sigur.
Hjá Mjølni sá einki serligt út fyrst í hesum kappingarárinum.
Nógvir nýggir leikarar gjørdu at trupult var at fáa spælið at hanga saman, og ov nógv lá á herðunum á einum einstøkum leikara. Og hóast Trygvi man vera ein av bestu spælarunum í landinum á sínum plássi, er tað ov nógv at krevja, at hann skal vinna dystirnar einsamallur.
Nú hevur hann so fingið hjálp - úr Jugoslavia.
Borko Ilic, sum tekur sær av venjingini í Mjølni hevur fingið »skil« á spælið og hóast fyrstu dystirnir eftir at hann var komin til Føroya gingu heldur tungt, so eru úrslitini so smátt farin at síggjast nú.
Sigurin móti Fram leygardagin ber í hvussu er boð um hvønn veg klaksvíkingar venda sær nú.
Sørvingar
vendu spannini
Mest positivu broytingini frá í fjør til í ár eiga sørvingar.
Eftir eina vanlukkuliga byrjan í fyrsta dystinum móti Fleyr hava teir av álvara vent spannini á høvdið, og teir hava fingið nakrar merkisverdar sigrar til høldar.
Sigurin á Fram í Havn og ÍF á Kambsdali vórðu vunnir á ein slíkan hátt, at tað nú eru góðar vánir fyri einum góðum SÍ úrslitið í ár.
Teir vunnu dystirnar hóast teir »eftir røttum« áttu at hav tapt teir.
Men, sum tey væl tugdu orðini siga: »Dysturin er ikki liðugur, fyrr enn eftir seinasta bríksl« hava teir tikið til sín, og við tí í hugað, kunnu sørvingar gleða seg til seinnu helvt.
At teir í løtuni liggja triðir úr botninum hevur ikki so nógv at siga sammett við, at teir bert eru tvey stig frá øðrum plássi, og tað er ikki illa farið av einum liði við so lágum miðalaldri.
Fleyr b í havsneyð
Gongur tað væl hjá Fleyr a, so gongur tað av skriðuni hjá Fleyr b.
Liðið, sum byrjaði at spæla, er fyri tað fyrsta dottið burtur ímillum, og tað er tann størsti vandin, tá spælararnir eru so ungir sum leikararnir á Fleyr b vóru - teir sum byrjaðu ári.
Fleiri av leikarunum eru ikki í Fleyr longur, og tað hevur gjørt, at uppaftur yngri leikarar eru komnir á liði, og tað er - um møguligt - enn verri.
Dreingirnir fáa onga gleði av at vera smurdir av ferð aftan á ferð, og mótstøðulið teirra tíma nóg illa at spæla og fá valla sveittan fram.
Tí eigur FBF at finna fram til eina loysn, sum forkemur møguleikanum hjá einum felag at hava tvey lið í meistaradeildini.
Tað má vera niðurstøðan nú roynt hevur verið fleiri ferðir frá fleiri ymsum feløgum.
Úrslitið hevur næstan hvørja ferð verið, at tá kappingarárið er hálvrunnið er verra liðið so at siga uttan manning, og tað ber ikki til!