munandi um vandan, heldur Elmar Højgaard. Í Noregi er til dømis loðsskipanin sera strang. Í summum havnum er til dømis neyðugt við einum serligum sertifikati. Eisini í Danmark eru serligar reglur – serliga [...] serliga á vesturstrondini eru loðsingin eitt krav. Inn men ikki út At loðsing í Føroyum ikki er lógarkravd, merkir ikki, at hon ikki verður brúkt. Sambært Jónsveini Lamhauge, havnarfúta á Tórshavn Havn, er tænastan [...] umtókt og nógv nýtt. - So at siga øll tey stóru fremmandaskipini biðja um fáa loðs umborð – í øllum førum, tá tey koma í havn. Tey loysa ofta sjálvi. Tað er jú lættari at sigla út aftur enn inneftir, sigur Jónsvein
upplýsing inn í myndina. Tá vit ferðast í útlondum finnast har góðar upplýsandi tænastur umvegis útvarpið, sum siga frá og ávara um vandar í ferðluni, eitt nú tá hálka er. Hetta er eisini nakað, sum vit í Føroyum [...] almenna útvarpið og t.d. tær fyritøkur, sum gjalda í dýrum dómum fyri mongu skaðarnar í ferðsluni, sum eitt nú koma í kjalarvørrinum á broytingum í veðurlagnum, her mest hálku. Enn er veturin ikki komin [...] rætt og slætt ikki andaliga gieraðir til hesa knappligu broyting í koyrilíkindunum. Spurningurin er, um til ber at koma hesum til lívs ella í hvussu er at minka um óhappini, sum standast av knappliga broytta
landgrunninum, so ber hetta eisini í sær framtíðar vinnumøguleikar. Hóast lítið og einki er gjørt við at leita eftir olju í hesum økinum, so kann tað gerast áhugavert í framtíðini. Avtalan snýr seg ikki [...] ikki minst áhuga fyri okkum, tá vit hyggja at gongdini í einum øðrum líknandi máli, nevniliga rættin til tey risastóru økini í ein útsynning úr Føroyum, Rockall og Hatton háslættin. Hetta økið er nógvar ferðir [...] umframt Føroyar (Danmark), Ísland, Írland og Ongland. Í hesum sambandi sigur føroyski serførðingurin í altjóða rætti, sum arbeiðir við ES-dómstólin í Luxenburg, Bjørn Kunoy við Útvarp Føroya, at okkara
tað mest umtalaða evnið í valstríðnum er skattalættin ella skattareformurin hjá Sambandsflokkinum. Hesin góði skattalætti kann óivað kallast fyri størsti loynidómurin í Føroyum í løtuni, sum fólk kring [...] vunna inntøkukrónan skatta. Ein botnfrádráttur er, og síðani gjalda fólk skatt í ymsum stiga, alt eftir inntøku. Skattistigin í 2004 gevur fólkið ein botnfrádrátt áljóðandi 22.000 kr. Hvør inntøku króna yvir [...] hvat inniber so hesin skattalættin? Skattalættin merkir fyrst og fremst, at fólk skulu gjalda minni í landsskatti. Og hesin skattalættin umfatar øll. Núverandi skattaskipan er skipað eftir einum sokallaðum
- Brúkarafeløg eru væl skipaði í grannalondum okkara, t.d. Íslandi og Grønlandi. Í Føroyum er tann privata nýtslan einar 4 milliardir um árið, men vit hava ongan virknan brúkarapolitikk. Hetta økið eigur [...] fyritøkurnar eitt betri úrslit. (Erika Hayfield, granskari í forbrúki) - Tær fríu marknaðarkreftirnar hava givið okkum tað vælferðarsamfelagið, vit í dag hava. Onnur lond, har tann almenni sektorurin er stórur [...] U-land í so máta. Her eru neyðugt við einum kærustovni fyri brúkararnar, og tað ynski eg sjálvur at gera nakað við. (John Johannesen, løgtingsmaður, C) - At verja brúkaran við lóg er alneyðugt. Í dag hevur
mars 2005 kl. 19.00 í Listaskálanum. Seminar Í sambandi við vitjanina, fer Professor Paul Stevens eisini saman við Fíggjarmálaráðnum at hava seminar fyri búskaparfrøðingum, sum starvast í føroysku aðalráðunum [...] Mineral Law and Policy, á Universitetinum í Dundee at halda fyrilestur undir heitinum, "What might a world of high oil prices mean for the Faroe Islands?". Úti í heimi hava ymisk viðurskifti ført við sær [...] higartil í ár hevur ligið omanfyri 45 dollarar fyri tunnuna, og fyri stuttum setti oljuprísurin met við at fara uppum 55 dollarar fyri tunnuna. Við tí høga oljuprísinum á heimsmarknaðinum er nevndin í Oljutinginum
enn 6%, hevur í veruleikanum trot á arbeiðsmegi. Slík samfelag kunnu ikki hava vøkstur í búskapinum, tí trot er á arbeiðsmegi. Í Føroyum hava vit eitt arbeiðsloysi upp á 2%. Tað merkir, at í veruleikanum [...] Seafood hava tey einaferð enn staðfest, at tey fáa ikki nógv burturúr at leita eftir arbeiðsfólki í ALS. Í farnu viku fekk Sandoy Seafood ein lista við fólki frá ALS og burturúr honum, valdu tey fimm fólk [...] m hava vit stórt trot á arbeiðsmegi. Eg ivist onga løtu í, at vit mangla 3-4% av arbeiðsmegini. Sum støðan er nú, er føroyski búskapurin í afturgongd, tí tað er so stórt trot á arbeiðsmegi, at búskapurin
allar áhugabólkar við í skránni á eini slíkari stevnu, sigur Brynhild. Opin fyri hugskotum Brynhild leggur afturat, at hetta als ikki skal skiljast sum, at Fyribyrgingarráðið í Føroyum ikki vil samstarva [...] sjónarmiðum um, hvussu vit í felag best loysa teir trupulleikar, ið til dømis kunnu taka seg upp á skeinkistøðunum. Ógjørligt at hava øll við Brynhild Danielsen, skrivari í Fyribyrgingarráðnum, sigur, [...] frá teimum almennu stovnunum, sum hava umboð í ráðnum, fekk ongin beinleiðis innbjóðing til ráðstevnuna. Men longu tvær vikur undan ráðstevnuni stóð lýsing í bløðunum, har øll høvdu møguleika at tekna seg
keypa upsa undan Føroyum varð góð, tí hon varð í ávísum førum gjørd í samstarvi við føroysk fiskavirki. Men hon gekk ikki sum ætlað og er heilt miseydnað, sigur Jan Mortensen, stjóri í Vinnuhúsinum. Hann [...] ongum. Hann vísir á, at tá ætlanin kom fram, vóru tað virki í landinum, sum vóru við í ætlanini og roknaðu við, at russisku skipini skuldu taka í móti tí smáa upsanum, og virkini skuldu so fáa tann stóra [...] Hann heldur ikki, at tað er nokk, at bara ein partur er vinnari í eini slíkari ætlan. Her sipar hann til, at russisku skipini, og tey, sum hava avreitt til teirra, eru farin við vinninginum, men at virkini
reka KT-vinnu allastaðni. Eisini í Føroyum. Kravið er bara, at tú hevur tey røttu fólkini, og tey hevur Atlants Tøkni. Atlants Tøkni byrjaði sítt virksemi í 2001, og í dag starvast seks starvsfólk har [...] kipanir. Í byrjanini var útflutningur størsti parturin av virkseminum hjá Atlants Tøkni, men nú er meginparturin av virkseminum á føroyska marknaðinum. Í løtuni situr eitt av starvsfólkunum í Danmark, [...] vitan og útbúgving, so er Atlants Tøkni á Bryggjubakka 4 í Havn eitt gott mið at royna. Og ikki kann sigast annað enn at tað, teir higartil hava framt í verki, hevur givið teimum góð skotsmál frá KT-fólkum