Men fyri summi kemur henda sníkjandi hálkan, ið oftani ikki sæst, sera óvart á. Tú hevur rætt og slætt ikki hugsað um hálku, nú tað hevur regnað nærum hvønn dag hesa seinastu tíðina, og veðrið hevur verið so lýtt. Tað gav at bíta, tá ein bilur, helst av hálku, fór rættiliga illa á landsvegnum við Hvalvík. Og hann er helst bara ein av mongum, sum er tikin á bóli seinastu nátt ella snimma á morgni.
Hetta er sum so einki nýtt. Tað endurtekur seg aftur á hvørjum ári, tá kuldi og hálka taka ræðið á vegunum. Bilførararnir eru rætt og slætt ikki andaliga gieraðir til hesa knappligu broyting í koyrilíkindunum.
Spurningurin er, um til ber at koma hesum til lívs ella í hvussu er at minka um óhappini, sum standast av knappliga broytta veðurlagnum. Eitt av fyrstu boðunum, sum allir bilførarar skulu halda seg til, er at koyra eftir umstøðunum. Men tá hetta er ein so stórur trupulleiki, tá hálkan sníkir seg út á vegirnar, so áttu vit at kunna roynt betri at fyribyrgt hesum óhappum. Og her kemur so upplýsing og aftur upplýsing inn í myndina. Tá vit ferðast í útlondum finnast har góðar upplýsandi tænastur umvegis útvarpið, sum siga frá og ávara um vandar í ferðluni, eitt nú tá hálka er. Hetta er eisini nakað, sum vit í Føroyum áttu at hugsað meira um. Hvussu hetta skal gerast kunnu tað helst vera nógvar meiningar um. Men tað kundi verið sum samstarv millum Ráðið fyri Ferðslutrygd, almenna útvarpið og t.d. tær fyritøkur, sum gjalda í dýrum dómum fyri mongu skaðarnar í ferðsluni, sum eitt nú koma í kjalarvørrinum á broytingum í veðurlagnum, her mest hálku.
Enn er veturin ikki komin, men hann nærkast og hví ikki til ta tíð royna eina ella aðra kunningartænastu til bilførarar longu frá tíðliga á morgni. Nú almenna útvarpið er farið at senda alt samdøgrið átti tað eisini at borið til at brúkt tað til ferðsluupplýsing. Her er víst nakað at hugsa um.
Sosialurin










