- Skipsbrotið hjá Olshanu var ongantíð hent, um Føroyar – eins og hini Norðanlondini – hevði eina landsdekkandi loðsskipan.
Tað heldur Elmar Højgaard, stjóri á Fiskiveiðieftirlitinum, ið fýlst á verandi loðsskipan. Í veruleikanum er eingin loðsskipan, tí, sum er, er loðstænastan bert eitt tilboð og ikki eitt krav. Tá russiski trolarin Olshana fór til Kollafjarðar at bunkra, hevði hann loðs umboð, men tá hann fór útaftur og sigldi á Flesjarnar, var eingin loðsur. Sostatt kundi verið sloppið undan skipsbrotinum, um loðsing var eitt krav.
- Hendingin við Olshanu er eitt ávaringartekin um, hvussu galið, tað kann enda. Eitt loðskrav hevði minka munandi um vandan, heldur Elmar Højgaard.
Í Noregi er til dømis loðsskipanin sera strang. Í summum havnum er til dømis neyðugt við einum serligum sertifikati. Eisini í Danmark eru serligar reglur – serliga á vesturstrondini eru loðsingin eitt krav.
Inn men ikki út
At loðsing í Føroyum ikki er lógarkravd, merkir ikki, at hon ikki verður brúkt. Sambært Jónsveini Lamhauge, havnarfúta á Tórshavn Havn, er tænastan nevniliga væl umtókt og nógv nýtt.
- So at siga øll tey stóru fremmandaskipini biðja um fáa loðs umborð – í øllum førum, tá tey koma í havn. Tey loysa ofta sjálvi. Tað er jú lættari at sigla út aftur enn inneftir, sigur Jónsvein Lamhauge.
Havnarfútin hevur einki ímóti einum loðskravi, hóast hann metir núverandi tænastu í síni heild hava riggað væl. Spurdur um Havnarskrivstovan ikki sjálv kundi sett sum treyt at hava loðs umborð á fremmandaskipum, sigur Jónsvein Lamhauge, at loðskravið má galda fyri alt landið. Orsøkin er, at tað verður trupult at praktisera uttan lógarkrav. Og so verður eisini mismunur á teimum ymisku lokalu føroysku havnunum.
Hesum er stjórin í Fiskiveiðieftirlitinum samdur í.
- Tíðin er búgvin, at politikarar gera okkurt við málið. Loðskravið er neyðugt, sigur Elmar Højgaard, ið heldur tað vera skilagott at knýta lokalu loðsingarmenninar at einari møguligari nýggjari skipan.