Tveir mans hava sovið í brummuni í nátt

Løgreglan fekk í gjár fráboðan um tveir sera fullar menn við eitt skeinkistað í Havn

Løgreglan kom á staðið og royndi at fáa skil á menninar. Men tað eydnaðist ikki so væl, tí teir vóru sera druknir, og annar teirra var eisini sera illur í sær. Tað endaði við, at løgreglan tók báðar menninar við sær á støðini, og hava teir sovið í brummuni í nátt.

Annar teirra, tann sum var so illur í sær, fær eisini eina bót fyri brot á skilhaldsreglarnar.

Annars hevur samdøgri verið friðarligt hjá løgregluni – tó so, tann dagliga fráboðanin úr Trongisvági um seyð, sum gongur millum húsini og inni í urtagørðum og etur blómur, kom klokkan 15.55 í gjár.