Økið, sum Noreg og Ísland og Føroyar (Danmark) eru samd um at býta sínamillum er 111.000 ferkilometrar til støddar, Noreg ger krav uppá 55.500 ferkilometrar, Ísland 29.000 og Føroyar 27.000 ferkilometrar.
Avtalan fær onga ávirkan á, hvussu endaliga býtið verður. Tað er nevniliga landgrunnanevndin hjá ST, ið umsitur havrættarsáttmálan hjá alheims felagsskapinum, sum tekur endaligu avgerðina. Sambart tíðindum í miðlunum skal avtalan millum tey trý londini gera tað lættari í framtíðini at gera avtalu um hetta økið.
Tað er greitt, at tá slík avtala verður endalig og vit føroyingar fáa okkara part av landgrunninum, so ber hetta eisini í sær framtíðar vinnumøguleikar. Hóast lítið og einki er gjørt við at leita eftir olju í hesum økinum, so kann tað gerast áhugavert í framtíðini. Avtalan snýr seg ikki um fiskirættindi men bert um tað, sum havbotnurin og undirgrundin kunnu goyma.
Hetta málið hevur ikki minst áhuga fyri okkum, tá vit hyggja at gongdini í einum øðrum líknandi máli, nevniliga rættin til tey risastóru økini í ein útsynning úr Føroyum, Rockall og Hatton háslættin. Hetta økið er nógvar ferðir størri enn tað norðanfyri, og her eru stórar vónir til at finna kolvetni. Londini, sum krevja rættin til økið eru umframt Føroyar (Danmark), Ísland, Írland og Ongland.
Í hesum sambandi sigur føroyski serførðingurin í altjóða rætti, sum arbeiðir við ES-dómstólin í Luxenburg, Bjørn Kunoy við Útvarp Føroya, at okkara møguleikar at fáa stóran part av økinum sunnan fyri Føroyar eru stórir. Hann sigur at føroyingar kunnu hava góð kort á hondini i hesum samráðingum, nú mangt bendir á at somu mannagongdir ikki eru galdandi fyri mørk uttanfyri 200 fjórðingar sum imnnanfyri. Kunnu Føroyar prógva, at Rockall og Hatton bankin eru eitt framhald av føroyska landgrunninum, so hava vit rættiliga góð kort á hondini. Tá skal føroyska stigið ikki at vera at fáa eina semju men at ogna sær ein so stóran part av hesum øki sum til ber.
Sosialurin









