KT-loysnir fyri kræsnar kennarar

Fyritøkan, ið verður vald, tá ið tú skalt hava serstakar dygdarloysnir. Fyritøkan, hvørs stóra styrki er vitanarstøði. Og fyritøkan, ið leggur dent á at hava væl útbúgvið fólk til allar uppgávur. Atlants Tøkni hevur funnið sær sítt pláss millum allar hinar føroysku KT-fyritøkurnar

Skalt tú hava serstakar og dygdargóðar KT-loysnir, ið verða bygdar av fólkum við hollari vitan og útbúgving, so er Atlants Tøkni á Bryggjubakka 4 í Havn eitt gott mið at royna. Og ikki kann sigast annað enn at tað, teir higartil hava framt í verki, hevur givið teimum góð skotsmál frá KT-fólkum og fólkum innan eitt nú almennu fyrisitingina.

Starvsfólkini á Atlants Tøkni hava hollan kunnleika til administrativar skipanir, og tað eru landsins fíggjarlóg og roknskapur góð dømi um. Fíggjarlógin, ið áður var ein ørgrynna av spjaddum upplýsingum, er nú samansjóðað í eina fíggjarlógarskipan. Landsroknskapurin verður eisini framleiddur úr somu skipan.

Hesa uppgávu hevur Atlants Tøkni loyst og hevur við hesum víst, at tú kanst reka KT-vinnu allastaðni. Eisini í Føroyum. Kravið er bara, at tú hevur tey røttu fólkini, og tey hevur Atlants Tøkni.

Atlants Tøkni byrjaði sítt virksemi í 2001, og í dag starvast seks starvsfólk har. Virkið hevur allatíðina lagt dent á at hava fólk við sera hollari útbúgving. Á virkinum starvast tveir datalogar, tríggir sivilverkfrøðingar og ein datamatikari. Tveir teirra hava ph.d.

Umframt at hava vælútbúgvið fólk er fyritøkan eisini eyðkend á annan hátt. Teir selja ikki tólbúnað ella lidnar vørur, men arbeiða burturav við at menna ritbúnað, sum er lagaður serliga til tørvin hjá kundanum. Menningarumhvørvið er Microsoft ella Oracle, og arbeiðsøkið fevnir um alt frá smærri virkisportalum til samansettar tryggingar- og avrokningarskipanir.

Í byrjanini var útflutningur størsti parturin av virkseminum hjá Atlants Tøkni, men nú er meginparturin av virkseminum á føroyska marknaðinum. Í løtuni situr eitt av starvsfólkunum í Danmark, har hann - saman við einum av fremstu donsku serfrøðingunum innan tryggingarstøddfrøði - arbeiðir við at menna nýggjar tryggingarloysnir fyri eitt stórt tryggingarfelag í Danmark. Á hendan hátt víðkar Atlants Tøkni um sítt virkisøki.

Atlants Tøkni er virkið, har bert tær bestu loysnirnar eru nóg góðar. Og har bert tey bestu starvsfólkini eru nóg góð. Úrslitini eru hareftir.

Fakta um Atlants Tøkni
Stovnað: 2001
Starvsfólk: 6
Virkisøki. At menna serstakar KT-loysnir til tað almenna og privatar fyritøkur