Ætlanin við at lata russar keypa upsa undan Føroyum varð góð, tí hon varð í ávísum førum gjørd í samstarvi við føroysk fiskavirki. Men hon gekk ikki sum ætlað og er heilt miseydnað, sigur Jan Mortensen, stjóri í Vinnuhúsinum.
Hann heldur ikki, at tað er nokk, at bara ein partur er vinnari í eini slíkari ætlan. Her sipar hann til, at russisku skipini, og tey, sum hava avreitt til teirra, eru farin við vinninginum, men at virkini á landi og alt tað fólk, har er knýtt at, standa eftir við ongum.
Hetta kundi eydnast væl, um upprunaliga ætlanin gekk varð fylgd, sigur Jan Mortensen. Men tað vísti seg skjótt, at bara annar parturin fór við fiskinum, og hin sat eftir við ongum.
Hann vísir á, at tá ætlanin kom fram, vóru tað virki í landinum, sum vóru við í ætlanini og roknaðu við, at russisku skipini skuldu taka í móti tí smáa upsanum, og virkini skuldu so fáa tann stóra, sum tey kundu arbeiða og fáa nakað burturúr.
Júst hvat tað var, sum hendi, vil Jan Mortensen ikki siga fyri vist. Um tað var tað, at russar tóku bæði stórt og smátt, ella tað var tað, a t føroysku skipini beinleiðis løgdu seg eftir at fiska bara smáan upsa til russararnar.
Men eftir stendur, sigur hann, at nú liggja nøkur russisk skip við føroyskar bryggjur og kunnu taka í móti meira upsa, enn føroyingar klára at fiska tilsmans. Og tað kann gerast álvarsligt, um vit ikki beinanveg eru á varðhaldi og fáa sett greiðar reglur fyri, hvussu hetta skal stýrast, sigur Jan Mortensen, stjóri í Vinnuhúsinum.
Hann vísir aftur, at hann bara er úti eftir at tryggja virkjunum á landi, bíligan upsa.
?Nei, tað er ikki tað, eg vil, sigur Jan Mortensen. Men eg kann bara vísa á ta sannroynd, at tað veruliga eru føroysk fiskavirki, sum hava ligið still, meðan fiskurin er farin umborð á russisk skip.
Spurningurin er so, um samfelagið er best tænt við, at tú hevur ein vinnara, ella um teir skulu vera fleiri, sigur stjórin í Vinnuhúsinum.









