- Brúkarafeløg eru væl skipaði í grannalondum okkara, t.d. Íslandi og Grønlandi. Í Føroyum er tann privata nýtslan einar 4 milliardir um árið, men vit hava ongan virknan brúkarapolitikk. Hetta økið eigur at raðfestast hægri, tí við nøgdum brúkarum fáa eisini fyritøkurnar eitt betri úrslit.
(Erika Hayfield, granskari í forbrúki)
- Tær fríu marknaðarkreftirnar hava givið okkum tað vælferðarsamfelagið, vit í dag hava. Onnur lond, har tann almenni sektorurin er stórur, hava tey ikki nógvar vørur á handilshillunum. Vit hava øll mat, klæðir og hús. Og munnu tey flestu ikki vera nøgd um tað?
(Óli Breckman, løgtingsmaður, A)
- Vit eiga hvørki eina lóg um Marknaðarføring ella um Brúkaravernd, Vit eru tí at meta sum eitt U-land í so máta. Her eru neyðugt við einum kærustovni fyri brúkararnar, og tað ynski eg sjálvur at gera nakað við.
(John Johannesen, løgtingsmaður, C)
- At verja brúkaran við lóg er alneyðugt. Í dag hevur brúkarin hvørki ein almennan ella privatan stovn at koma til við kærum sínum, um hann ikki er nøgdur. Vit vilja tí vera við til at hetta verður framt í verki skjótt.
(Heidi Petersen, løgtingskvinna, E)
- Lógir sum verja brúkaran eru ávegis í samgonguni. At vit nú arbeiða so miðvíst við hesum ger at vit nú hava eitt ótrúliga gott høvi at gera okkara egnu lóg, sum hóskar til okkara serføroysku viðurskifti.
(Alfred Olsen, løgtingsmaður, B)
- Uttan lógir, sum verja brúkaran er hann mangan illa staddur. Tað er ikki altíð at hann kann gjøgnumskoða hvat í veruleikanum liggur í tilboðnum, og tá er lætt at føla seg snýttan. Men hvar skal brúkarin venda sær, og hvagani kann hann fáa eina óhefta vegleiðing, áðrenn hann skal gera eitt keyp?
(Bill Justinussen, løgtingsmaður, F)
- Vit mugu altíð ansa eftir at vit ikki verða ov nógv ansaði við slíkum lógum. Tí brúkarin hevur eisini sjálvur eina ábyrgd, tá hann keypir eina vøru.
(Dánjal Petur Hansen, løgtingsmaður, D)