Á Sandoy Seafood hava tey einaferð enn staðfest, at tey fáa ikki nógv burturúr at leita eftir arbeiðsfólki í ALS.
Í farnu viku fekk Sandoy Seafood ein lista við fólki frá ALS og burturúr honum, valdu tey fimm fólk, sum tey mettu, høvdu neyðugan førleika at reinskera.
Talan var um onkrar sandoyingar, onkran úr Havn og onkur aðrastaðni úr Streymoy.
Hesar seinastu mánaðirnar hevur Sandoy Seafood einar tríggjar, fýra ferðir søkt eftir fólki í ALS, men tað hava tey ongantíð fingið nakað burturúr.
So tey høvdu ikki tær stóru vónirnar, nú tey royndu aftur.
Og Andreas F. Hansen, stjóri á Sandoy Seafood, varð ikki tikin á bóli, tí tey fingu heldur onki burturúr hesuferð.
- Tað var heldur ikki væntandi, men so fingu vit staðfest einaferð afturat, at tað verður ikki ígjøgnum ALS, at vit fáa nøktað tørvin á arbeiðsfólki.
- Tað er so stórt trot á arbeiðsfólki á flakavirkjunum kring landið, at støðan má rætt og slætt sigast at vera heilt øgiliga vánalig.
Annars arbeiðis landsstýrið fyri at gera smidliga skipanir, so at tað verður lættari at fáa útlendingar til Føroya at arbeiða.
- Eg haldi at tað er politiskur vilji til at gera nakað við støðuna. So tað mugu vit bara seta okkara álit á, tó at eg haldi, at tað gongur ov seint.
Andreas F. Hansen sigur, at eitt samfelag, sum hevur eitt arbeiðsloysi upp á minni enn 6%, hevur í veruleikanum trot á arbeiðsmegi.
Slík samfelag kunnu ikki hava vøkstur í búskapinum, tí trot er á arbeiðsmegi.
Í Føroyum hava vit eitt arbeiðsloysi upp á 2%. Tað merkir, at í veruleikanum hava vit stórt trot á arbeiðsmegi. Eg ivist onga løtu í, at vit mangla 3-4% av arbeiðsmegini. Sum støðan er nú, er føroyski búskapurin í afturgongd, tí tað er so stórt trot á arbeiðsmegi, at búskapurin kann ikki veksa. Og hetta er ikki bara galdandi fyri fiskivinnuna, men eisini í byggivinnuni og øðrum vinnum við.










