Í blaðnum leygardagin greiddu vit frá, at bryggjaríini og gistingarhús- og matstovufelagið undraðust yvir, hví tey ikki vórðu boðin við á norðurlendsku rúsevnaráðstevnuna, sum Fyribyrgingraráðið var vertur fyri í Norðurlandahúsinum seinasta vikuskifti. Tey vóru á einum máli um, at ein slík stevna hevði verið eitt frálíkt høvi hjá teimum at lært av royndunum hjá hjá øðrum og sloppið framat við sínum sjónarmiðum um, hvussu vit í felag best loysa teir trupulleikar, ið til dømis kunnu taka seg upp á skeinkistøðunum.
Ógjørligt at hava øll við
Brynhild Danielsen, skrivari í Fyribyrgingarráðnum, sigur, at burtursæð frá teimum almennu stovnunum, sum hava umboð í ráðnum, fekk ongin beinleiðis innbjóðing til ráðstevnuna. Men longu tvær vikur undan ráðstevnuni stóð lýsing í bløðunum, har øll høvdu møguleika at tekna seg sum luttakara á stevnuni.
Spurd, hví onki umboð frá mastovufelagnum ella skeinkistøðunum var at síggja á sjálvari skránni fyri ráðstevnuna, sigur Brynhild, at slíkt hevur ongantíð verið vanlig mannagongd á hesum stevnum, sum nú hava 20 ár á baki.
- Skráin verður løgd í einum felags norðurlendskum ráði eitt hálvt ár frammanundan, stevnan verður hildin. Høvuðsendamálið við ráðstevnuni er, at fakfólk, sum eisini virka sum ráðgevar hjá mynduleikunum, greiða frá verkætlanum og leggja fram úrslit og niðurstøður av sínum arbeiði. Fyribyrging av skaðiligu avleiðingunum av rúsevnamisnýtslu er jú eitt sera breitt øki. Tí er tað nærum ógjørligt at hava allar áhugabólkar við í skránni á eini slíkari stevnu, sigur Brynhild.
Opin fyri hugskotum
Brynhild leggur afturat, at hetta als ikki skal skiljast sum, at Fyribyrgingarráðið í Føroyum ikki vil samstarva við skeinkistøðini.
- Vit eru altíð opin fyri øllum góðum hugskotum, ið hava sum endamál at forða skaðiligum avleiðingum av rúsandi evnum. Men arbeiðsøkið hjá Fyribyrgingarráðnum fevnir sera breitt, og tí henda tingini ikki altíð líka skjótt, sum vit kundu ynskt. Hinvegin stendur tað einum og hvørjum øðrum frítt at taka fyrsta stigið til fyribyrgjandi átøk. Og sum sagt, vilja vit fegin samstarva ? eisini við skeinkistøðini, sigur skrivarin í Fyribyrgingarráðnum.









