nú liggur frammi. Men uppskotið er so gott, at tað er ringt at afturvísa, m.a. tí at vegirnir til tunlarnar liggja í so veðurgóðum støðum, sigur Pól og vísir til eldri menn í heimbygdini, sum taka væl [...] nevniliga at leggja tunnilin úr Svartadali til Húsadal, sum liggur rættiliga høgt. Onkur teirra hevur enntá borið uppá mál, at verður henda loysnin vald, so er tað ein spurningur um ikki verandi tunlar eru
hestakjøt eru sannar delikatessur í eitt nú Íslandi, og tað eru eisini fólk í Føroyum, ið halda hestakjøt verða krás. - Rossakjøt er framúr gott kjøt, og eg skilji ikki rættiliga, at føroyingar ikki meira [...] seyðir og 700 vill ross til at slakta. Rossini fóru út við seyðunum og vórðu rikin í rætt saman við seyðunum, greiðir Guðmundur Guðmundsson. - Eg eri uppvaksin við at eta rossakjøt, og tað er ótrúliga góður
Ája, tað var gott, letur síðani í næminginum. Myndatøka Henda fyrsta skúladagin í Norðradals skúla var tó kortini framd ein broyting í tímatalvuni. Tey vóru ikki meiri enn innkomin í stovuna, tá tað pikkaði [...] Myndamaðurin vil fegin hava tey útum eina løtu til myndatøku. Tað hevur lærarin einki ímóti. Og heldur ikki næmingarnir. Skúlagongdin verður allar dagarnar bert til kl. 13, hóast tímatalvan mánadag og týsdag [...] sum lærarin skrivar á talvuna. Hann er komin til fríggjadag, tá ein næmingur brádliga brýtur hann av við omanfyri nevnda spurningi. Hesin hevur skrivað tað av, sum Trygvi hevur skrivað, men hevur undrað
Klaksvík opið til langt út á kvøldið, og tí vóru fólk fyrireikað uppá hetta. Men tað kom helst óvart á mong, at Herfríð soleiðis ætlaði at tøma handilin – og haraftrat gevast! - Eg helt, at tað var rætta [...] sum eg ikki havi havt stundir til øll hesi árini. - Men fyrst av øllum ætli eg mær eitt: At slappa av í desember mánaði, fyri fyrstu ferð í lívinum. Tað gleði eg meg til, sigur Herfríð. FAKTA Altíð handlað [...] gomul at hjálpa til í handlinum. Sum 20 ára gomul fór hon á skúla í Danmark, men kom aftur til Føroyar 28 ára gomul at arbeiða. 10 ár seinni yvirtók hon handilin og hevur rikið hann til dags dato.
og staðleysur. Tað metir Gunnvá Zachariasen er ein styrki. - Tað ger leikin øgiliga modernaðan. Tað er vanligt, at klassiskir leikir verða settir í okkara tíð, men tað er ikki altíð gott, tí man hálar alt [...] mongu persónunum, ið leggja leiðina til Miðeystur at stríðast í Sýria. - Elektra verður radikal. Hon er ein av hesum persónunum í vesturheiminum, ið fer til Sýria. Tað eru tær kreftirnar, ið hon verður drigin [...] drigin av. Um tú ert barn í borgarastríðnum í Sýria, so skilur tú hana nokk væl, tí man kennir til hennara stríð. Tað ganga nokk nógvar Elektra runt í heiminum í dag, ið hava fingið teirra familju og heim smildra
verður tað rokkur fyri allar pengarnar. - Fyrst fara vit til Rock Legends og aftaná til Jens Marna. Í morgin verður tað fyrst og fremst Týr, sigur Jón Arni. - Eitt sakna vit eitt sindur, og tað er eitt [...] fær eitt gott prát. Tað dámar mær væl, sigur Jón Arni. Men tað er ikki einans hugnin, ið dregur tey fýra vinfólkini norður á Summarfestival. - Tónleikurin er eisini ordiliga góður. Í gjár var tað Mika, og [...] Tað er serliga ein orsøk, at tey fýra vinfólkini Jón Arni Hjelm, Sóley Mikkelsen, Elspa T. Nón og Hedvig sóley Dalsá eru komin á Summarfestival. - Tað er so hugnaligt at ganga runt og heilsa upp á fólk
saknar ávísar leikarar til Ballon D’or tilnevningina, sum í dag er komin út. Hann heldur, at alt ov ofta, koma leikarar á listan til Ballon D’or, av tí at teir hava havt eitt gott HM ella EM endaspæl Les [...] Les eisini: Hesir kunnu vinna Ballon D'or Hvønn leikara saknar tú á listanum? Tað lættasta er at siga Suarez, og eg haldi veruliga at hann manglar á listanum! Eg haldi eisini at leikarar sum Marco Reüs [...] verið á listanum? Haldi ofta at leikarar sleppa við á listan, orsaka av einum ok endaspæli. Men gevur tað nú veruligu myndina! Leikarar sum listin kundi verið fyri uttan eru Benzema, Gotze, Ramos, Rodriguez
num, Bárði Nielsen og sitandi samgongu um at leggja Landsbanka Føroya og Hagstovu Føroya saman er gott. - Hetta er okkara uppskot, sigur fyrrverandi fíggjarmálaráðharrin. Hann vísir á, at á landsstýrisfundi [...] stjórarnir vóru samdir um, at meira hevði fingist burtur úr við at leggja stovnarnar saman. Yvirlappa - Tað er nú einaferð soleiðis, at stovnarnir yvirlappa hvønn annan í ávísum førum, og tá ið ov lítil orka [...] hvussu hølisviðurskiftini hjá samanlagda stovninum skuldu loysast. Hann vísir á, at hugurin serliga lá til posthúsið á Argjum, men hesum setti Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, seg upp ímóti, tí hann vildi
pensjonistarnar kunna um Føroyar, so hóskaði tað sera væl til ta útdoyggjandi rasuna av sambandsmonnum. - - Tað er so fáir sambandsmenn eftir, at vit mugu skjótt til at balsamera teir, soleiðis at komandi ættarlið [...] verður valdur á fólkating. Men sum Edmund so beinrakið segði tað: -- Fyri okkum eysturoyingar er tað rættast og best at velja okkum báðar. Gera tit tað, so fær oyggin tveir eykamenn inn á Ting, og soleiðis fáa [...] slagorðunum um Heimasstýrislógina. -Ja, er tað ikki ótrúligt, at vit soleiðis ferð eftir ferð hoyra tað sama frá tjóðveldinum: At Heimastýrislógin fær skyldina fyri alt tað ringa. Nei, Tobbi, eingin skipan er
sjeynda hjá Páll Finnur Páll, og bólkurin fer at halda seg til tað, sum vit áður hevur riggað so serstakliga væl. - Vit fara at bjóða fólki tað, sum tey kenna Páll Finnur Páll fyri, sigur Finnur Koba, sum [...] landsins størsta tónleikatiltaki í august. - Summar Festivalurin og Páll Finnur Páll hava havt sera gott samstarv gjøgnum árini, og vit eru fegin um at bjóða teimum væl afturkomnum á okkara festival, siga [...] ynskir tú at fáa eitt samband við áhoyrararnar, har tú gevur teimum nakað, og tey geva tær nakað. Tað er besta kenslan, sum tú kanst hava sum tónleikari, sigur Finnur Koba.