Rossakjøt hevur verið í miðdeplinum í stórari europeiskari matvørugølu seinastu vikurnar. Høvuðsorsøkin hevur verið, at merking av liðugtrættum hevur verið misvísandi og ikki boðað frá, at rossakjøt hevur verið í lasanju, pizzum og øðrum kjøtrættum.
Men í útgangsstøðuni er einki galið við rossakjøti, og onkrastaðni verður rossakjøt roknað sum besti matur. Moyr rossalundir ella saltað hestakjøt eru sannar delikatessur í eitt nú Íslandi, og tað eru eisini fólk í Føroyum, ið halda hestakjøt verða krás.
- Rossakjøt er framúr gott kjøt, og eg skilji ikki rættiliga, at føroyingar ikki meira av tí, sigur Guðmundur Guðmundsson, sum nógv fólk ivaleyst kenna frá sjónvarpssendingini Okkara kokkar. Seinastu árini hevur hann verið kokkur umborð á Fagrabergi eftir 25 ár sum kokkur á hotellum í Føroyum.
Sum ungur var Guðmundur Guðmundsson bóndadrongur nógv summur í Lítlu Grøv á Skagafirði.
- Bóndin hevði fleiri hundrað seyðir og 700 vill ross til at slakta. Rossini fóru út við seyðunum og vórðu rikin í rætt saman við seyðunum, greiðir Guðmundur Guðmundsson.
- Eg eri uppvaksin við at eta rossakjøt, og tað er ótrúliga góður matur, sigur hann.
Í sendingini Hvonn Live, sum Rás2 sendir í kvøld, fer Guðmundur at gera nakrar smakkiroyndir við rossalundum og saltaðum rossakjøti, sum fólk sleppa at royna.