Fríggjadagin var mikil mongd av fólki savnað uttanfyri handilin hjá Kal í Vágstúni.
Í lýsing dagin fyri var heitt á fólk um at hjálpa teimum við at tøma handilin. Og hetta lótu fólk sær ikki siga tvær ferðir.
Longu áðrenn handilin lat upp henda morgunin var ein rúgva av fólki uttanfyri handilin. Hesi vildu fegin gera kvettið henda dagin, nú allar vørurnar vórðu seldar fyri hálvan prís.
Sama dag høvdu handlarnir í Klaksvík opið til langt út á kvøldið, og tí vóru fólk fyrireikað uppá hetta.
Men tað kom helst óvart á mong, at Herfríð soleiðis ætlaði at tøma handilin – og haraftrat gevast!
- Eg helt, at tað var rætta tíðspunktið at gevast nú. Og tí gjørdi eg tað nú, sigur Herfríð Jacobsen heldur sorgblíð við Sosialin.
Í gjár var lítið eftir at vørum í handlinum, bæði tá talan var um gávulutir og meturvørur.
Av sonnum, - fólk hjálptu henni væl at tøma handilin!
Trúfastir kundar
Sum nevnt aðrastaðni á síðuni veit Herfríð alt um, hvat tað vil siga at reka ein handil í miðbýnum í Klaksvík.
Tá faðir hennara lat bygningin byggja fyri 66 árum síðani, hevði hann skrivstovuna í ovaru hæddini, meðan handilin var í niðaru hæddini.
So líðandi er handilin mentur til at gerast ein gávubúð og ein handil, har til bar at keypa klædnavørur og meturvørur av góðum slagi. Hetta hevur verið eitt stað, har nógv fólk er komið á gátt hvønn einasta dag.
- Ja, eg havi havt nógvar góðar og trúfastar kundar øll hesi árini. Alt hevur gingið sera væl, sigur Herfríð.
Nú er henda tíðin komin at enda, og Herfríð hevur valt at selja allar vørurnar, sum vóru í handlinum fyri hálvan prís.
Á henda hátt vildi hon takkað teimum mongu kundunum, samstundis sum hon ynskti at geva teimum eitt gott tilboð.
- Ja, eg helt tað vera rætt á henda hátt, sigur hon.
Sild í tunnu
Fríggjadagin var so dagurin komin, tá útsølan skuldi verða.
- Skal eg siga akkurát sum er, so stóðu fólk sum sild í tunnu her inni allan dagin, greiðir Herfríð frá.
Á ovaru hæddini har klædnavørurnar og meturvørurnar var nógv av fólki. Í niðaru hæddini, við øllum teimum mongu gávulutunum, nýttu mong høvið at keypa jólagávur til familju og vinir.
Tær vóru fleiri til arbeiðis henda dagin, men avgjørdu at lata aftur fyrri enn hinir handlarnir.
Tá klokkan var farin at nærkast seks byrjaðu kundarnir so smátt at fækkast henda dagin, og klokkan mundi vera um sjey, tá handilshurðin varð stongd.
Restina av kvøldinum nýttu tær til at fylla inn aftur á hillarnar úr goymsluni. Og leygardagin var sama rokið aftur.
- Sum tú sært. Her er millum lítið og einki eftir í dag, sigur Herfríð.
Ætlar fyrst at slappa av
- Eg dugi so ikki at siga fyri einki, sigur Herfríð.
Aðrastaðni á síðuni er nevnt, at hon hevur rikið handilin hjá Kal síðani hon var 38 ára gomul
Øll hesi árini hevur handilin verið hennara eitt og alt. Spurningurin er, hvat ein so virkisfús kvinna nú fer at gera?
- Hvat eg ætli mær at gera? Eg voyt ikki. Her liggur so nógv á láni, sum eg ikki havi havt stundir til øll hesi árini.
- Men fyrst av øllum ætli eg mær eitt: At slappa av í desember mánaði, fyri fyrstu ferð í lívinum. Tað gleði eg meg til, sigur Herfríð.
FAKTA
Altíð handlað
Pápi Herfríð, J. Michael Jacobsen flutti í 1940 inn í handilin, hann hevði latið byggja í Vágstúni.
Herfríð sjálv er borin í heim í 1939, og byrjaði longu sum 14 ára gomul at hjálpa til í handlinum. Sum 20 ára gomul fór hon á skúla í Danmark, men kom aftur til Føroyar 28 ára gomul at arbeiða.
10 ár seinni yvirtók hon handilin og hevur rikið hann til dags dato.