- Sakni fleiri leikarar á listanum

Tað sigur fyrrverandi landsliðsleikarin, Símun Samuelsen, um listan til Ballon D’or, ið fyrr í dag kom út

HB profilurin og fyrrverandi landsliðsprofilurin, Símun Samuelsen, sum bæði í ár og í fjør hevur drigist nógv við skaðar, saknar ávísar leikarar til Ballon D’or tilnevningina, sum í dag er komin út.

 

Hann heldur, at alt ov ofta, koma leikarar á listan til Ballon D’or, av tí at teir hava havt eitt gott HM ella EM endaspæl

 

Les eisini: Hesir kunnu vinna Ballon D'or

 

Hvønn leikara saknar tú á listanum?

Tað lættasta er at siga Suarez, og eg haldi veruliga at hann manglar á listanum! Eg haldi eisini at leikarar sum Marco Reüs, Mats Hummels og Luka Modric kundu verið har.

 

Hvør leikari skuldi ikki verið á listanum?

Haldi ofta at leikarar sleppa við á listan, orsaka av einum ok endaspæli. Men gevur tað nú veruligu myndina! Leikarar sum listin kundi verið fyri uttan eru Benzema, Gotze, Ramos, Rodriguez og Bastian Schweinsteiger!

 

Hvørjir tríggir skulu standa eftir 1. Dec?

Ronaldo, Messi og Robben.

 

Og er nakar venjari, tú saknar á listanum?

Sakni eitt sindur Dortmund venjaran, Jurgen Klopp. Men annars eru teir flestu har.

 

Annars væntar Símun, at Ronaldo endar sum vinnari av Ballon D'or, og Joachim Low sum besti venjari.