Norðradalur: - Hava vit einki fríkorter?!
Lærarin í 6. flokki, Trygvi Samuelsen er í ferð við at skriva tímatalvuna uppá svørtu talvu.
Børnini hava fingið hvør sína tímatalvu útflýggjaða, og skriva nú av eftir tí, sum lærarin skrivar á talvuna.
Hann er komin til fríggjadag, tá ein næmingur brádliga brýtur hann av við omanfyri nevnda spurningi.
Hesin hevur skrivað tað av, sum Trygvi hevur skrivað, men hevur undrað seg yvir, at lærarin einki segði um fríkorterið.
- Jú, góði. Hóast vit eru í Norðradals skúla so fáa tit kortini fríkorter. Eitt fyrrapartin og eitt á middegi.
- Ája, tað var gott, letur síðani í næminginum.
Myndatøka
Henda fyrsta skúladagin í Norðradals skúla var tó kortini framd ein broyting í tímatalvuni.
Tey vóru ikki meiri enn innkomin í stovuna, tá tað pikkaði á dyrnar og tveir fremmandir menn sóust í hurðini.
- Nå, blaðmenn. Ja, komið bara innar. Eg eri beint nú í ferð við at greiða teimum frá nýggju umstøðunum her í skúlanum.
Trygvi Samuelsen heldur síðani fram við framløgu síni um nýggja skúlaárið, og ikki minst nýggju tímatalvuna, sum nú skal setast í verk her í skúlanum.
Skúlagongdin byrjar hvønn dag kl. 8:45 og endar kl. 13:00. Soleiðis sum skipanin er, verða tey flutt úr heimbygdini og í skúlan við bussum. Annar teirra koyrir skúlabørnini av Signabø og hin tekur børnini norðuri úr Sundum.
Myndamaðurin vil fegin hava tey útum eina løtu til myndatøku. Tað hevur lærarin einki ímóti. Og heldur ikki næmingarnir.
Skúlagongdin verður allar dagarnar bert til kl. 13, hóast tímatalvan mánadag og týsdag sigur, at vallærugreinarnar eru eftir hesa tíð.
Tað verða tær ikki, so leingi skúlagongdin er í Norðradals skúla.
Ikki í bøin
Skúlagarðurin er munandi minni og munandi øðrvísi enn tann, tey eru von við í Kollfjarðar skúla.
Har er alt asfalt, men her býður stolta og vakra náttúran teimum nógvar aðrar møguleikar enn í heimbygdini.
Men tíverri, - tey sleppa ikki at gera brúk av hesum møguleikum, sum náttúran annars kundi veitt teimum.
- Um eg slapp út í bøin, so hevði eg beinanvegin farið at leita eftir kanin-ungum!, sigur ein genta.
- Kanin-ungar? Eru teir her?
- Ja, tað eru fleiri. Eg kenni eina gentu, sum segði mær frá tí. Men nú sleppa vit ikki í bøin.
- Tað er øgiliga keðiligt, haldi eg, sigur henda gentan.
Í bø og haga
Dreingirnir vita ikki heilt, hvat teir skulu gera hetta fyrsta fríkorterið í nýggja skúlanum.
So teir gera bara tað sama sum genturnar, og fara so líðandi uppí at hoppa band í lítla skúlagarðinum. Men teir hava kortini aðrar ætlanir um loyvi gevst!
- Tað hevði verið ótrúliga stuttligt at sloppið ein gongutúr niðan í fjøllini. Tey eru so pen og so høg, sigur ein teirra.
- Jamen, tað sleppa vit ikki, sigur ein annar. - Tað segði jú lærarin.
Hesin drongurin steðgar á eina løtu, og hyggur nú oman móti ánni.
- Ja, eg veit! Men ístaðin fyri .... Eg kundi eisini øgiliga væl hugsað mær at sloppið oman í ánna at fanga síl.
- Eg rokni við, at tað eru í túsundatali av sílum í ánni her. Men eg vænti ikki, at vit sleppa tað heldur, sigur hann. Rotið!