- Sambandsmenn mugu balsamerast!

Tað er langur vegur úr New York og til Felagsskúlan á Oyrarbakka. Men tá talan er um ein politiskan valfund eitt illveðurskent hóskvøld, har bert tvey valevni vóru til staðar, var munurin kanska ikki sooo stórur.

Teir stóðu har frammi, valevnini Edmund og Tobbi, umboðandi hvør sín flokk. Ein pallur var settur upp, teir stóðu við hvør sítt borð, har eyðkennisbókstavar teirra vóru festir frammanfyri. Báðir vóru ílætnir slips, og gjørdu alt fyri at hyggja út yvir áhoyrarafjøldina.
Í høgru síðu í høllini sat orðstýrarin, sum hevði eina rímiliga lætta uppgávu hetta kvøldið: Báðir høvuðspersónarnir vóru virðiligur og haraftrat væl skornir fyri tungubandið, so ikki var neyðugt at bróta teir av í tjakinum.
Áhoyraraskarin kundi verið størri hetta illveðurskenda hóskvøldið. Men hesi, kvinnur og menn í øllum aldrum, frá 13 árum og nakað væl upp í 70?ini, fingu eitt lívligt orðaskifti, har søgur, fakta, viðmerkingar og politiskt orðavavstur fuku gjøgnum luftina.
Eingin teirra veit enn, um hann verður valdur á fólkating. Men sum Edmund so beinrakið segði tað:
-- Fyri okkum eysturoyingar er tað rættast og best at velja okkum báðar. Gera tit tað, so fær oyggin tveir eykamenn inn á Ting, og soleiðis fáa tit størri ávirkan bæði á løgtingi og fólkatingi!
Fundurin vardi í tríggjar tímar, og spurningurin er so, um hann flutti veljarar nakran vegin. Tað er nokk lítið sum bendir á tað, um skal trúgva teimum trimum monnunum, sum siga sína hugsan um hetta á hesari síðuni.

Balsameraðir sambandsmenn
Bæði Edmund og Tobbi vóru samdir um, at danir vita ov lítið um Føroyar. Edmund helt tí, at tað lá ein stór uppgáva hjá øllum føroyingum at kunna um okkara viðurskifti í Danmark.
- Her kann bæði vera talan um politikkarar, felagsskapir, pensjonistafeløg, - ja, í roynd og veru kunnu øll gera tað. Verður kunnað um Føroyar á rættan hátt, so koma teir at skilja okkum og okkara serstøku viðurskifti enn betri.
Hann bleiv her avbrotin av Tobba, sum segði, at skuldi ein lata pensjonistarnar kunna um Føroyar, so hóskaði tað sera væl til ta útdoyggjandi rasuna av sambandsmonnum.
- - Tað er so fáir sambandsmenn eftir, at vit mugu skjótt til at balsamera teir, soleiðis at komandi ættarlið fáa at síggja, hvussu teir í veruleikanum sóu út!, segði Tobbi.
Hann helt hinvegin, at tað hevði verið ein heilt tilvitaður politikkur frá danskari síðu at lata fólk trúgva, at einki fólk búði í Føroyum.
-Tað var ikki fyrrenn sjálvstýrisflokkarnir fóru at tosa um at skipa ein føroyskan stat at teir vaknaðu úr dvala. Tástaðni sóu teir, at her livdi eitt fólk, sum hevði bæði áræði og vilja til at standa á egnum beinum.
-Her hava Edmund og tey sitið púra rólig á danatingi, og vóru lullaði inn í ein danskan flokk, og bara atkvøddu tað, teir fingu boð um frá leiðsluni. Og danir, teir vóru av hesi orsøk púrasta easy um hetta, tí í Føroyum hendi púrt einki, helt Tobbi fyri.


Bundnir at dønum
Á fundinum luttók eisini sangarin Sámal Ravnsfjall, sum undirhelt við serstaka sangi sínum. Tað sama gjørdu Edmund og Tobbi eisini, sum fingu høvi at vísa sínar tónlistarligu gávur sum sangarar.
Fundarfólkið fekk somuleiðis høvið at koma til orðanna. Úr salinum kom m.a. ein spurningur um Heimastýrislógina: Var tað hon, sum hevði skyldina av at Føroyar fóru á heystin fyri meiri enn 10 árum síðani?! Ja ella nei!
Sum væntað høvdu Edmund og Tobbi hvør sína hugsan um hetta málið. Men spurningurin varð so vendur móti Tobba, og hann svaraði tí fyrstur:
- Tað krevur eina langa frágreiðing at skula greiða frá hesum, men ...
Edmund breyt hann av, og segði, at tað gjørdi einki.
- Tosa tú bara leingi um hatta!
Tobbi greiddi síðani frá, at henda lógin í roynd og veru var ein neyðsemja millum okkum og danir. Hon hevði ongatíð verið góð, tí hon hevði bundið okkum nærri og nærri at dønum.
-Hugsa bara um árini frá 1948 til 1992, hvussu vit tá gjørdust meiri og meiri bundnir fíggjarliga at dønum. Men vita tit hvat? Hetta var í roynd og veru ætlanin við hesi lógini!
-Hetta dugdu danskir embætismenn væl at síggja, tí vit við lógini fingu eina sjálvvirkandi binding at teimum. Tí má okkurt vera galið við skipanini, tá hon soleiðis bindir eitt fólk niður, segði Tobbi.
Hann vísti m.a. til lond í Latínamerika, sum hava eitt ótrúligt ríkidømi í náttúruni, men har illa stendur til, tí tann politiska skipanin ikki virkar.

Gamlar plátur
Edmund fór, eins og Tobbi longu hevði gjørt, eftir teimum gomlu slagorðunum um Heimasstýrislógina.
-Ja, er tað ikki ótrúligt, at vit soleiðis ferð eftir ferð hoyra tað sama frá tjóðveldinum: At Heimastýrislógin fær skyldina fyri alt tað ringa. Nei, Tobbi, eingin skipan er betri enn tey fólkini sum umsita hana. Tað er tað sama við einum húsarhaldi. Um ein ikki ansar eftir, so fer húskið rabundus.
-Skipan við Heimastýrislógini er góð, eingin ivi um tað. Trupulleikin er bert tann, at tjóðveldið rann undan ábyrgdini, tá húsagangurin var veruleiki. Tí skal eingin ivi vera um, hvør tað er sum er bestur at stýra hesi skipanini!, segði Edmund.
Hann fekk ikki sagt meiri, tí nú breyt Tobbi hann av, og kom við einum sitati eftir Heina O. Heinesen, fyrrv. tingmann. Hann plagdi at siga, at Edmund var so innbilskur, at hann helt at fiskurin kom á landgrunnin, bara tí at Sambandið kom aftur til valdið.
-Eg meini tað, segði Edmund. Heini hevur sagt so mangt!
Og allur salurin brast út í látur.

Einki uttanum tos
Tá politikkarar standa í andgletti sleppa teir oftast gott frá tí, við at tosa uttan um evnið. Hóskvøldið sluppu teir at gera hetta í sjálvum orðaskiftinum, men áðrenn fundurin endaði var liðugt við hesum.
Nú skuldu teir svara nøkrum spurningum um føroysk viðurskifti. Og her var einki uttanumtos góðtikið. Bara røtt svar.
Til tess at gera kappingina meiri spennandi, var ein vinningur til hann, ið svaraði rættast uppá flestar spurningar. Hetta var ein fløska av konjak, sum orðastýrarin hevði fingið sum gávu frá Miðflokkinum!
Her vóru spurningar um prestar í Føroyum ? teir báðir seinastu prestarnir í Hvalvík fingu eina søgu í part við á vegnum ? og um teir vistu, hvat nummar stóð á bilum teirra. Somuleiðis vóru spurningar úr teirra egna valdømi: Hvussu nógv fólk búðu í Eiðis kommunu og í Runavíkar kommunu, og um hæddir á fjøllunum í oynni. Og um, hvussu rækjur itu á týskum?
Her stóð gekk rættiliga javnt á. Teir vóru langt við síðuna av viðhvørt, men til aðrar tíðir vóru teir sera neyvir. Men ein vinnari mátti so finnast.
At enda spurdi orðstýrarin Tobba um hæddina á Stóru Dímun. Hann hugsaði seg um eina løtu, og kom so við svarinum, ið lá bert fáar metrar frá tí rætta.
Edmund varð síðani spurdur um hæddina á Lítlu Dímun, og her var hann øgiligt í iva. Hann hugsaði seg væl um, fortaldi eina søgu um seyðin í oynni við teimum skeivu beinunum, meðan heilin arbeiddi uppá fult fyri at finna svarið.
Tá so svarið umsíðir kom, var tað langt við síðuna av. Soleiðis vann Tobbi sjálva spurnarkappingina.
Men hvør ið vann sjálvan valdystin er ilt at meta. Ein áhoyrari ? ein sambandsmaður! - gav Edmundi 8 av 10 stigum, meðan Tobbi bert fekk 6 av 10.
Svarið uppá tann endaliga dystin fáa vit seint týskvøldið, tá landsúrslitið fyriliggur av fólkatingsvalinum.
Kanska báðir verða valdir!