Í kvøld er frumsýning av leikinum Elektra á Tjóðpallinum. Elektra er skrivaðu av grikkanum Sofokles fyri umleið 2.500 árum síðan og er mettur at vera ein av gomlu klassikarunum innan sjónleik. Leikurin snýr seg um Elektru, eina kongsdóttur, ið syrgir deyða faðir sín, ið varð dripin av konu og beiggja sínum.
Men hóast talan er um ein gamlan leik, so metir Gunnvá Zachariassen, ið spælir Elektra í leikinum, at leikurin er aktuellur í dagsins samfelag.
- Søgan um Elektru er ræðandi aktuell, og verður meira aktuell fyri hvønn dag. Hvørja fer eg hoyri tíðindini haldi eg, at leikurin verður uppaftur meira aktuellur. Tær kreftirnar hon umboðar, og tær kreftirnar, ið eru í hennara heimi, kenna vit onkursvegna aftur í dag, sigur Gunnvá Zachariasen.
Sjálv hevur hon hug at samanlíkna høvuðspersónin við ein av teimum mongu persónunum, ið leggja leiðina til Miðeystur at stríðast í Sýria.
- Elektra verður radikal. Hon er ein av hesum persónunum í vesturheiminum, ið fer til Sýria. Tað eru tær kreftirnar, ið hon verður drigin av. Um tú ert barn í borgarastríðnum í Sýria, so skilur tú hana nokk væl, tí man kennir til hennara stríð. Tað ganga nokk nógvar Elektra runt í heiminum í dag, ið hava fingið teirra familju og heim smildra sundur, sigur Gunnvá Zachariasen.
Harumframt nemir sjónleikurin eisini við viðurskiftir, ið føroyingar helst hava lættari at kenna seg aftur í.
- Hetta er eisini ein søga um eina familju og familjuviðurskifti Viðurskiftir millum systrar, millum mammur og døtur, og viðurskiftir í familjum har mammam hevur fingið nýggjan mann, sigur Gunnvá Zachariasen.
Hóast leikurin er 2.500 ára gamal, so er hann settur upp á ein slíkan hátt, at hann er tíðar- og staðleysur. Tað metir Gunnvá Zachariasen er ein styrki.
- Tað ger leikin øgiliga modernaðan. Tað er vanligt, at klassiskir leikir verða settir í okkara tíð, men tað er ikki altíð gott, tí man hálar alt niður í okkara lítla lív og samfelag. Tá ger man alt so lítið. Teksturin um Elektru hevur hildið í 2.500 ár, og megnar sostatt at standa sjálvur, sigur Gunnvá Zachariasen.
Elektra hevur frumsýning á Tjóðpallinum í kvøld. Leikararnir eru Gunnvá Zachariasen, Hans Tórgarð, Durita Dahl Andreassen, Hjálmar Dam og Beinta Clothier. Kim Dambæk er leikstjóri, Jan de Neergaard hevur gjørt pallmynd og búnar, Joachim Holbek stendur fyri ljóðmyndini, og Turpin Napoleon Djurhuus stendur fyri ljósdesign og video.










