Tað er serliga ein orsøk, at tey fýra vinfólkini Jón Arni Hjelm, Sóley Mikkelsen, Elspa T. Nón og Hedvig sóley Dalsá eru komin á Summarfestival.
- Tað er so hugnaligt at ganga runt og heilsa upp á fólk, sigur Sóley.
- Man møtir fleiri av sínum gomlum vinum og fær eitt gott prát. Tað dámar mær væl, sigur Jón Arni.
Men tað er ikki einans hugnin, ið dregur tey fýra vinfólkini norður á Summarfestival.
- Tónleikurin er eisini ordiliga góður. Í gjár var tað Mika, og hann framførdi ótrúliga væl, sigur Hedvig avgjørd.
- Vit stóðu næstan fremst, so vit vóru mitt í rokanum. Haraftrat dugdu vit nógvar av songunum, so vit sungu væl við, sigur Elspa.
Í kvøld verður tað rokkur fyri allar pengarnar.
- Fyrst fara vit til Rock Legends og aftaná til Jens Marna. Í morgin verður tað fyrst og fremst Týr, sigur Jón Arni.
- Eitt sakna vit eitt sindur, og tað er eitt gott útlendskt countrynavn. Men tað verður kanska næsta ár, sigur Elspa.