- Ringt at afturvísa

Tunlarnir í uppskotinum hjá Pól Fuglø verða íalt 5,2 km. langir. Hann er fult greiður um, at ein slík loysn sjálvandi kostar pening.

- Hetta verður helst ein dýrari loysn enn tann, sum nú liggur frammi. Men uppskotið er so gott, at tað er ringt at afturvísa, m.a. tí at vegirnir til tunlarnar liggja í so veðurgóðum støðum, sigur Pól og vísir til eldri menn í heimbygdini, sum taka væl undir við hesum.
Fleiri fólk, sum hann hevur tosað við, halda lítið um loysnina sum arbeitt verður við nú, nevniliga at leggja tunnilin úr Svartadali til Húsadal, sum liggur rættiliga høgt.
Onkur teirra hevur enntá borið uppá mál, at verður henda loysnin vald, so er tað ein spurningur um ikki verandi tunlar eru eins frægir – líka við undantaki av at ein nýggjur verður munandi breiðari.