stutt eftir og hann viðgekk, at tað var hann, sum slóð. Nú er hann so skuldsettur fyri harðskap. Onkur vitni eru til hendingina og løgreglan skal nú tosa við fleiri fólk fyri at fáa greiði á, hvat tað var [...] bløddi illa. Løgreglan kom á staðið og tað vísti seg, at maðurin, sum lá á vegnum hevði verið uttan vit eina løtu. Tað vísti seg eisini, at hann hevði fingið skaða í høvdið og bløddi frá vørrini og omanfyri
Kirkjan letur uppaftur nú sunnudagin, og verður sum ætla klár til Ólavsøkuna. - Havnar kirkja er jú friðað. Tað er ikki bara at siga tað, at gera umvælingar í kirkjuni, tí tað eru ymiskir myndugleikar, [...] í Rás 2 í dag, har hann tosaði um byggiarbeiðið. Trappan í Vágsbotni hevur fingið nógva umtalu, og nú er vorði staðfest, at hon ikki verður klár til ólavsøkuna. Vanligt er, at ólavsøkuskrúðgongan fer niðan [...] løtuni er ei heldur gangandi tann vegin, men kommunan hevur lovað, at hon verður klár á ólavsøku. - Vit hava fingið at vita frá kommununi, enntá í morgun, at brekkan niðan á Bryggjubakka verður soleiðis
fylgjarkort hósdagin. - Tað hevur kostað almikið at ferðast fyri meg, so hetta munar ógvuliga væl, og vit eru ógvuliga fegin um fylgjaraskipanina, sigur Jóhan. Hann hevur ferðast nógv, og hevur altíð rindað [...] ymsum slagi, nú sleppa undan at rinda fyri tvey, tá ið tey ferðast við Smyril Line. - Hetta er ein øðiligur vinningur fyri øll fólk við breki í Føroyum, sigur ein fegin Jóhan Samuelsen, sum nú ætlar sær at
Øll samferðslan hjá Strandferðsluni og Bygdaleiðum liggur lamin nú seinnapartin. Gongd hevur so dánt verið á í morgun, men nú eru skipini løgd og bussarnir settir kring alt landið, sigur Jens Petur Brattalíð [...] bara siglt norður í morgun og siglur ikki suður aftur fyrrenn klokkan 21, virðar tað tá. Myndina hava vit fingið sendandi úr Vági, har himmal og hav stendur í einum roki.
kommun skrivar, at føroyingar eru allastaðni: – Tí var tað eisini serliga stuttligt at síggja ein føroying í føroyskum klæðum til hesar hátíðarligu dagarnar í Oslo. Vit fingu eitt gott prát um føroysk [...] Føroysku klæðini vóru eisini umboðað á stóra hátíðarhaldinum í Oslo í dag, nú norska grundlógin verður 200 ár. Kristina Hansen er ættað úr Runavík, og er í dag borgarstjóri í Nordkapp kommunu. Hon gekk [...] fyri Arbeiðaraflokkin. Heðin Mortensen er í norska høvuðsstaðnum í sambandi við stórt hátíðarhald, nú grundlógin hevur verið grundarlagið undir samfelagnum síðani 1814. Heðin Mortensen kemur aftur til
fyrsti dagurin á Summarfestivalinum, og júst nú er fyrsta tónleikanavnið, Ingibjørg og Rani, á Torginum. Veðrið kundi ikki verið nógv betur, enn tað er júst nú, og vónandi heldur tað fram allan festivalin [...] Veðrið er av tí allar fagrasta í Klaksvík í kvøld, og ein rúgva av børnum eru í Silvalandinum, sum opnaði kl 17 í dag. Meðan børnini bíða eftir at Rakul Ró fer á pallin í Silvalandinum, so hugna tey sær [...] stendur aftanfyri hoppiborgirnar, el-bilarnar, súkklubátarnar og trampolinirnar hjá Silvalandinum. - Vit høvdu eisini súkklubátarnar í fjør, og teir vóru nógv vitjaðir, og tað hevur eisini verið hampuligt
dystunum. Hann hevur til hendan dystin valt ikki at byrja við eitt nú Súna Olsen. Tað er altíð lætt at verða klókur aftaná dystin, so nú spyrja vit. Hevur Lars Olsen valt teir røttu? Um ikki, hvat skuldi verið [...] verið øðrvísi? Viðmerk undir greinini og sig tína hugsan undan dystinum. Her eru teir ellivu, sum byrja inni: Føroyar (4-4-1-1) Gunnar Nielsen - Jónas Tór Næs, Jóhan Troest Davidsen, Rógvi Baldvinsson, Viljormur
Nú er greitt, at tvær milliónir krónur eru játtaðar til at stovna eitt tilboð, sum skal virka sum eitt Fountain hús – eitt tilboð til fólk við sálarsjúku, sum skal hjálpa teimum at koma út aftur á arb [...] at politikkarar hava kunnað ignorera okkum, tí vit hava verið eftir teimum allatíðina. Hetta er harðliga tiltrongt, so tað er ógvuliga gott, at pengar nú verða settir av, sigur Hergeir Staksberg. Hoyr
at útlitini eru einki serlig, nú tað er vorðið myrkt. - Kavar grindin, kann tað gerast trupult at finna hana aftur í myrkrinum, leggur grindaformaðurin aftrat. Seinasta: Løgreglan sigur nú í tíðindaskrivi [...] frætta seinni. Nýggjasta: Tað nýggjasta, sum in.fo veit, er, at grindin gongur norður yvir, og tá vit fyri løtu síðan tosaðu við grindaformann í Suðuroy, var grindin einar 2,7 fjórðingar úr Froðbiarnípu
Nú nærkast av álvara til fyrsta norðuratlantiska brakið í Kongens Hava, og tað merkist í Føroyahúsinum í Keypmannahavn, har stjørnukokkarnir Gutti Winther og Kenneth Krikedal eru byrjaðir at gera forkunnuga [...] Frigg maskinan er av álvara farin í gongd, og tað merkist bæði í Føroyahúsinum og í Kongens Hava, nú tað verður gjørt klárt til stóra brakið, sum byrjar fríggjadagin klokkan 15.00. Gutti Winther og Kenneth [...] festivalinum, sum verður gjørdur burturúr góðskurávørum úr Føroyum, Íslandi, Grønlandi og Danmark. - Vit hava fingið íblástur frá teimum fýra londunum, sum vera við á Frigg, og hava valt tær bestu rávørurnar