Øll samferðsla løgd lamin

Tað er kolandi stormur og Strandferðslan hevur lagt skipini og sett bussarnar

Øll samferðslan hjá Strandferðsluni og Bygdaleiðum liggur lamin nú seinnapartin.

Gongd hevur so dánt verið á í morgun, men nú eru skipini løgd og bussarnir settir kring alt landið, sigur Jens Petur Brattalíð ferðslusamskipari hjá Strandferðsluni.

Hann sigur, at tað gott út í morgun, tí tað var ikki tað óveðrið, sum var fráboðað.

Men so brast hann á sum út einum byrsuskoti og tí er samferðslan innanlands hildin upp at.

Hann sigur, at tað vindurin er yvir 30 metrar um sekundið upp í yvir 40 metrar um sekundið, og tá er hvørki koyrandi ella siglandi.

Enn er óvist, nær samferðslan kemur í rættlag, men tað verður so skjótt tað er ráðiligt, sigur hann.

 

Teistin hevði tveir og ein hálvan tíma úm túrin um Skopunarfjørð í morgun, tí teir lógu bakk, og Smyril hevur bara siglt norður í morgun og siglur ikki suður aftur fyrrenn klokkan 21, virðar tað tá.

 

Myndina hava vit fingið sendandi úr Vági, har himmal og hav stendur í einum roki.