Av fagrasta veðri í Klaksvík

Veðrið er av tí allar fagrasta í Klaksvík í kvøld, og ein rúgva av børnum eru í Silvalandinum, sum opnaði kl 17 í dag.

Meðan børnini bíða eftir at Rakul Ró fer á pallin í Silvalandinum, so hugna tey sær óført við at hoppa í hoppilandinum, og við at koyra el-bilar, og sigla við súkklubátum uttanfyri báðar ítróttarhallirnar, har sum tað mesta av Silvalandinum heldur til.

Tað er fyritøkan Tatanka, við Sigfríði á Plógv á odda, sum aftur í ár stendur aftanfyri hoppiborgirnar, el-bilarnar, súkklubátarnar og trampolinirnar hjá Silvalandinum.

- Vit høvdu eisini súkklubátarnar í fjør, og teir vóru nógv vitjaðir, og tað hevur eisini verið hampuligt av fólki higartil í ár, sigur Hjalte Bachmann, ið tekur sær av súkklubátunum í ár.

Hetta er fyrsti dagurin á Summarfestivalinum, og júst nú er fyrsta tónleikanavnið, Ingibjørg og Rani, á Torginum.

Veðrið kundi ikki verið nógv betur, enn tað er júst nú, og vónandi heldur tað fram allan festivalin.