Mitt í nátt ringdi telefonin hjá løgregluni í Havn og í hinum endanum var ein, sum boðaði frá, at hann hevði funnið ein mann, sum lá á vegnum og bløddi illa.
Løgreglan kom á staðið og tað vísti seg, at maðurin, sum lá á vegnum hevði verið uttan vit eina løtu. Tað vísti seg eisini, at hann hevði fingið skaða í høvdið og bløddi frá vørrini og omanfyri eygað.
Hann varð koyrdur á Landssjúkrahúsið til kanningar og síðani hevur hann greitt løgregluni frá, at hann varð vorðin sligin tvær ferðir.
Løgreglan fekk eisini illgruna um, hvør tað var, sum hevði sligið. Tann maðurin varð handtikin stutt eftir og hann viðgekk, at tað var hann, sum slóð. Nú er hann so skuldsettur fyri harðskap.
Onkur vitni eru til hendingina og løgreglan skal nú tosa við fleiri fólk fyri at fáa greiði á, hvat tað var, sum fór fram.
Annars er ein maður eisini tikin í Havn í nátt fyri at koyra bil við kenning.