Síðsta hálva árið hevur Havnar kirkja verið stongd fyri almenninginum, meðan umvælingar hava verið gjørdar. Kirkjan letur uppaftur nú sunnudagin, og verður sum ætla klár til Ólavsøkuna.
- Havnar kirkja er jú friðað. Tað er ikki bara at siga tað, at gera umvælingar í kirkjuni, tí tað eru ymiskir myndugleikar, eisini fornminnismyndugleikar, ið skulu kunnast um tað, ið fer fram, sigur Uni Næs, dómpróstur, ið var í tíðindunum í Rás 2 í dag, har hann tosaði um byggiarbeiðið.
Trappan í Vágsbotni hevur fingið nógva umtalu, og nú er vorði staðfest, at hon ikki verður klár til ólavsøkuna. Vanligt er, at ólavsøkuskrúðgongan fer niðan gjøgnum brekkuna við síðuna av trappuni. Í løtuni er ei heldur gangandi tann vegin, men kommunan hevur lovað, at hon verður klár á ólavsøku.
- Vit hava fingið at vita frá kommununi, enntá í morgun, at brekkan niðan á Bryggjubakka verður soleiðis, at tað verður gangandi hjá skrúðgonguni, sigur Uni Næs.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra alla samrøðuna.










