Lars Olsen hevur longu kunngjørt hvørjir teir ellivu verða, sum skulu byrja inni móti Kasakstan í kvøld. Lars Olsen hevur verið fyri atfinningum í seinastu dystunum. Hann hevur til hendan dystin valt ikki at byrja við eitt nú Súna Olsen.
Tað er altíð lætt at verða klókur aftaná dystin, so nú spyrja vit. Hevur Lars Olsen valt teir røttu?Um ikki, hvat skuldi verið øðrvísi?
Viðmerk undir greinini og sig tína hugsan undan dystinum.
Her eru teir ellivu, sum byrja inni:
Føroyar (4-4-1-1)
Gunnar Nielsen - Jónas Tór Næs, Jóhan Troest Davidsen, Rógvi Baldvinsson, Viljormur Davidsen - Daniel Udsen, Fróði Benjaminsen, Hallur Hansson, Pól Johannus Justinussen - Christian Lamhauge Holst - Jóan Símun Edmundsson
Bonkur:
Kristian Joensen, Símun Rógvi Hansen, Christian R. Mouritsen, Rói Danielsen, Erling Jacobsen, Heini Vatnsdal, Súni Olsen, Páll Klettskarð, Klæmint Olsen, Finnur Justinussen
Landsdysturin millum Føroyar og Kasakstan verður í kvøld klokkan 18. Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum.










