Jóhan sleppir undan at rinda dupult

Tað tryggjar nýggja fylgjaraavtalan millum Smyril Line og MBF.

Trýst á pílin undir myndini og hoyr samrøðuna við Jóhan

 

Jóhan Samuelsen, sum situr í koyristóli, fegnast um avtaluna, ið MBF og Smyril Line skrivaðu undir um fylgjarkort hósdagin.

 

- Tað hevur kostað almikið at ferðast fyri meg, so hetta munar ógvuliga væl, og vit eru ógvuliga fegin um fylgjaraskipanina, sigur Jóhan.

 

Hann hevur ferðast nógv, og hevur altíð rindað fyri ferðaseðilin hjá sær sjálvum umframt fylgjaranum. Avtalan millum Smyril Line og Meginfelag teirra Brekaðu í Føroyum tryggjar, at fólk, ið hava tørv á einum persóni at fylgja sær vegna tarnið av ymsum slagi, nú sleppa undan at rinda fyri tvey, tá ið tey ferðast við Smyril Line.

 

- Hetta er ein øðiligur vinningur fyri øll fólk við breki í Føroyum, sigur ein fegin Jóhan Samuelsen, sum nú ætlar sær at ferðast uppaftur meir.

 

Fyrsta januar í ár, varð líknandi fylgjaraskipan til undirliggjandi stovnarnar hjá Mentamálaráðnum, Almannaráðnum og Vinnumálaráðnum eisini sett í verk.