Nú er greitt, at tvær milliónir krónur eru játtaðar til at stovna eitt tilboð, sum skal virka sum eitt Fountain hús – eitt tilboð til fólk við sálarsjúku, sum skal hjálpa teimum at koma út aftur á arbeiðsmarknaðin. Talan er um eitt arbeiðsrættað tilboð, sum skal fyribyrgja nýggjar innleggingar.
Tvær milliónir krónur skulu setast av til hetta tilboð komandi ár, og við Útvarpið hjá Kringvarp Føroya sigur Annika Olsen, at ætlandi verður tað ein afturvendandi játtan.
Hergeir Staksberg hevur um nakar stríðst fyri at fáa eitt Fountain hús. Í dag fegnast hann um, at tað hevur loyst seg at varpa ljós á tørvin og at skipa fyri stuðulstiltøkum einum Fountain húsi at fræma.
- Eg haldi ikki, at politikkarar hava kunnað ignorera okkum, tí vit hava verið eftir teimum allatíðina. Hetta er harðliga tiltrongt, so tað er ógvuliga gott, at pengar nú verða settir av, sigur Hergeir Staksberg.
Hoyr samrøðuna, sum Rás2 hevði við Hergeir Staksberg, við at trýsta á pílin undir myndini.










