Nú nærkast av álvara til fyrsta norðuratlantiska brakið í Kongens Hava, og tað merkist í Føroyahúsinum í Keypmannahavn, har stjørnukokkarnir Gutti Winther og Kenneth Krikedal eru byrjaðir at gera forkunnuga matin tilreiðar.
Frigg maskinan er av álvara farin í gongd, og tað merkist bæði í Føroyahúsinum og í Kongens Hava, nú tað verður gjørt klárt til stóra brakið, sum byrjar fríggjadagin klokkan 15.00.
Gutti Winther og Kenneth Kirkedal standa á odda fyri matinum á festivalinum, sum verður gjørdur burturúr góðskurávørum úr Føroyum, Íslandi, Grønlandi og Danmark.
- Vit hava fingið íblástur frá teimum fýra londunum, sum vera við á Frigg, og hava valt tær bestu rávørurnar burturúr mongdini, sigur Gutti Winther.
Og honum so líkt, verður tað gjørt nógv burturúr hesum rávørum.
- Maturin verður borðreiddur í vøkrum "picnic" kurvum, tí tað er summar, tað er Kongens Havi og tað verður forkunnugt, sigur stjørnukokkurin við einum skálkabrosi.
Les meira um Frigg Festivalin á Facebook ella á friggfestival.com