siga at »sleta« í dag? AT SLETA: Í gomlu orðabók finna vit ikki sagnorðið, at »sleta«. Í móðurmálsorðabókini finna vit harafturímóti sagnorðini, at »sleta« og at »sleða« (gamalt mál; at sleða grót og tøð) [...] AT SKREIÐA: Í sekstiárunum og seinni mundu øll á Argjum siga at »skreiða«, ja, kanska øll í Suðurstreymoy. Í dag siga argjabørn vanliga at »sleta«! Dugir onkur málkønur ella máláhugaður at siga, hvussu [...] »snjóhvítt«. AT HILLA: Eg helt »hilla« vera suðuroyarmál. Tað sigur móðurmálsorðabókin eisini. Tosaði annars við nakrar suðuroyingar, sum ikki hildu seg hava hoyrt orðið har suðuri. Hvussu man vera vorðið við
Olevinu og Andrias Djurhus. Tey vóru trý systkin, omma, Janus og Júst. Minnist at omma fortaldi, at Janus var musekalskur, spældi klarinet og dámdi væl at lesa. Júst harafturímóti skuldi vera bóndi á Húsagærði [...] ommu og langommu, sum altíð fer at liva í minni okkara, so leingi sum vit liva. Eg var ikki meira enn trý ára gomul, tá íð eg og hundur mín Gæsa komu til ommu at búgva. Her var ongantíð keðiligt at vera [...] eplir, røtur osv. Eisini minnist eg, at tey royndu at fáa jarðber at vaksa, men tað gekk ikki so væl. Omma og abbi vóru sjálvforsýnandi við tí mesta! so tey nýttist ikki at keypa nógv sum so. Tá omma fór til
bæði gentum og dreingjum, og tað sama er galdandi fyri Teklu. Páll Fangi er eisini mannaður hjá bæði kvinnum og monnum, so tað sær hampiliga gott út. Tað tykist annars vera rættiliga tungt at manna størru [...] ikki mannað enn, og einki er enn avgjørt við Klaksvíkingi. - Sum eg skilji á lagnum, so er tað ikki bara í Klaksvík, at vit hava trupulleikar at mannað størru bátarnar. Tað hoyrist, at onnur róðrarfeløg [...] familjutalið, og tí er okkurt, sum bendir á, at báturin ikki verður mannaður av somu manning komandi kappingarár. Jóhan Petur sigur tó, at Klaksvíkar Róðrarfelag arbeiðir við at finna eina loysn at manna flaggskipið
tá barnið fer í skúla fylgir vitanin og stuðulin ikki við. Múrurin millum barnagarð og skúla ger, at bæði vitanin um barnið og tað arbeiðið sum er gjørt fyri at menna barnið onkursvegna fer til spillis [...] høvðusorsøkin til, at lærarar ikki trívast. Av tí at børnini ikki verða hjálpt og lærarar ikki fáa neyðugu amboðini at hjálpa teimum, standa lærarar í tí støðu, at tey síggja, at børn mistrívast og einki læra [...] færri tímar at flyta runt við og hava tí ikki møguleika at uppraðfesta teir yngru flokkarnir. Ein annar trupulleiki er múrurin millum barnagarð og skúla. Markið millum barnagarð og skúla skal vera meira flótandi
um prísin, men tað gongur strilti at fáa semju í lag. Í fyrstu atløgu er Fjarskiftiseftirlitið biðið um at royna at fáa semju í lag millum partarnar, men ber hetta ikki til, fer Kall at heita á Fjarsi [...] teimum økjunum eru um at verða troyttir. Tað verður í framtíðini neyðugt at kunna bjóða viðskiftafólkunum fleiri tænastur, og tí er tað neyðugt hjá Kalli at fara inn á marknaðin fyri fartelefoni, um fyritøkan [...] Kalli. Væntað tað fyrr Á Fjarskiftiseftirlitinum høvdu tey væntað, at kappingin á fartelefonmarknaðinum fór at koma nakað fyrr, eftir at loyvi at reka GSM net varð givið Kalli millum jól og nýggjár í 2000
byrjaði hugskotið um at búseta seg her í eina tíð at spíra í høvdinum á Raian. Hann tosaði við mammu sína um tað, og hon helt tað vera eitt gott hugskot. Hon royndi so at greiða honum frá ymiskum her. Hvussu [...] landið er og so framvegis. - Eitt tað fyrsta mamma segði var, at føroyingar eru eitt vakurt fólkaslag. Hon segði enntá, at hon helt, at føroyingar eru tað vakrasta fólkaslagið í heiminum, og eg kann bara [...] rætt, sigur Raian smílandi og leggur dent á, at her eru avbera nógv vøkur fólk at síggja í mun til fólkatalið. Raian tosar nógv um munin millum Føroyar og USA, og tað ger tað týðuligt, hvussu stutt hann
til tíðin og umstøðurnar eru til tað. - Eg síggi soleiðis upp á tað, at hevur Havnin tað gott, so hava bygdirnar tað eisini gott. Og hava bygdirnar tað gott, so hevur Havnin tað eisini gott, sigur Heðin [...] við Tá tað verður nevnt, at øll grannalondini hava ein útjavningarpolitikk, so hevur Heðin Mortensen ikki nakað ímóti, at vit eisini fáa ein slíkan í Føroyum. - Tað er bara tað at siga til tað, at í gra [...] Mortensen hevur trý atlit at taka. Hann er javnaðarmaður, og skuldi tí havt áhuga í at »javna«. Hann er borgarstjóri í Havn, og hevur tí vælferðina hjá høvuðsstaðnum at hugsa um. Og hann er formaður í Kom
Føroya Tele verður sagt, at internetsambandið næstu vikuna fer at koyra spakuligari enn vanligt, av tí at tað fer um fylgisvein. Væntað verður eisini, at trupulleikar fara at verða við náttarsurfing. Men [...] Alt telesamskifti til og úr Føroyum fer í løtuni um fylgisvein, og er hetta ikki eins gott, og tá sambandið fer um cantat kaðalin, ið er høvuðssamskiftisæðr í Norðuratlantshavi. Men Føroya Tele kann einki [...] staðin fyri gjáramorgunin, og var tað hetta, ið gørdi, at internetsambandið til og úr Føroyum ikki virkaði mánanáttina og ein part av mánamorgninum. Sóu ikki internetsosilain Av tí at servarin hjá internet
fara at fáa 18 tinglimir og samgongan fer at fáa 15 tinglimir. Eftir kanningini fær Fólkaflokkurin 20 prosent av atkvøðunum og fær sjey tinglimir, og tað er nógv frægari enn kanningar hava víst, at flokkurin [...] flokkurin fer at fáa. Men Fólkaflokkurin missur sostatt ein tinglim. Sambandsflokkurin missur eisini rættiliga nógv og fær bara seks tinglimir og tað er eisini ein minni enn hann hevur nú. Javnaðarflokkurin [...] verður størsti flokkur og fær 25 prosent av atkvøðunum og átta tinglimir, ella ein meiri enn nú. Sjálvstýrið fær tvey prosent av atkvøðunum og ongan tinglim, og Tjóðveldi fær 19 prosent og sjey tinglimir, sum
verið nakað at reypa av, men í dag var hann katastrofalur. Men tað skal nú ikki vera nøkur umbering fyri, at vit taptu í dag, sigur Kjartan Mohr, ein av rógvarunum á Jarnbardi. Hann heldur fram, at teir so [...] Vit dugdu als ikki at rógva undir hasum umstøðunum, og tí gekk tað, sum tað gekk. Men hon var okkum dýr, sigur Kjartan Mohr. Nú fara Jarnbarda menninir, sum allar aðrar manningarnar, at venja hart til seinasta [...] muni. Men hann leggur dent á, at føroyameistaraheitið reyk fyri teirra viðkomandi á Jóansøku, tá teir einans megnaðu eitt sættapláss. ? Jóansøkuróðurin var eitt gott tekin um, at vit ikki eru vandir rógvarar