Kall fer eftir fartelefonunum

Í november í ár ætlar fjarskiftisfyritøkan Kall at bjóða seg fram á marknaðinum fyri fartelefoni. Fyritøkan hevur gjørt avtalu við svenska fjarsiftisrisan Ericsson um teknisku útgerðina og fer í næstum at uppbyggja sítt egna fjarskiftiskervi.

Eftir at hava virkað á marknaðinum fyri fastnettelefon og internet í gott eitt ár, setir fjarskiftisfyritøkan Kall nú kósina ímóti fartelefonmarknaðinum. <?xml:namespace prefix = o ns = "urn:schemas-microsoft-com:office:office" /><o:p></o:p>


Við einari avtalu upp á pláss við svensku fyritøkuna Ericsson um veitan av GSM-tænastum í Føroyum, fer Kall nú undir at uppbyggja egið GSM fartelefonkervi. Byrjað verður í Havn, har fýra antennumastrar verða settar upp í næstum. Síðan verða antennur og mastrar settar upp kring alt landið.<o:p></o:p>


Ætlanin er at bjóða fartelefontænastur út í november í ár. Til ta tíð hevur Kall bert egnar antennur í Havn, men fartelefonirnar fara at kunna brúkast allastaðni, har fartelefonir í løtuni røkka.<o:p></o:p>


Hetta er møguligt við tað at Kall ger avtalu við Føroya Tele um brúk av GSM-kervinum hjá Føroya Tele.<o:p></o:p>


 <o:p></o:p>


Kall og Føroya Tele togast<o:p></o:p>


Uttanlands er vanligt at samrøðugjaldið dýrkar í tí løtu fartelefonfelagin brúkar kervið hjá øðrum veitarum, men Bjarni Askam, stjóri á Kalli, dugir enn ikki at siga um hetta verður so í teirra fartelefontænastum. Tað veldst millum annað um hvønn prís Kall skal gjalda fyri at fáa atgongd til GSM-kervið hjá Føroya Tele. <o:p></o:p>


Føroya Tele og Kall samráðast í løtuni um prísin, men tað gongur strilti at fáa semju í lag. Í fyrstu atløgu er Fjarskiftiseftirlitið biðið um at royna at fáa semju í lag millum partarnar, men ber hetta ikki til, fer Kall at heita á Fjarsiftiseftirlitið um at taka eina avgerð. Hetta er heimilað í Fjarskiftislógini, um partarnir ikki kunnu finna fram til semju.<o:p></o:p>


Tá Kall og Føroya Tele í fjør skuldu samráða seg fram til eitt gjald fyri brúk av fastnetkervinum hjá Føroya Tele, gekk strilti at koma fram til semju, og tá var endin tann, at Fjarskitiftiseftirlitið varð biðið um at taka eina avgerð. Tann avgerðin fall í betri jørð hjá Kalli enn hjá hinum partinum.<o:p></o:p>


 <o:p></o:p>


Ein fimting av marknaðinum<o:p></o:p>


Kall kom á marknaðin fyri fastnettelefoni og internet 9. apríl í fjør. Fyrsta árið hevur gingið sum ætlað og enntá eitt sindur betur sambært telefyritøkuni sjálvari.<o:p></o:p>


Í dag sigur Kall seg hava umleið 3.000 viðskiftafólk. Hetta svarar til 18 prosent av samlaða marknaðinum fyri fastnettænastur til privatkundar sæð út frá kundatali.<o:p></o:p>


Úrslitið fyri árið 2001 hjá Kalli var eitt undirskot á slakar tíggju milliónir. Men nú byrjunarkostnaðurin er goldin og ein fimtingur av viðskiftafólkunum á marknaðinum er komin í hús, kundi ein hugsa sær, at fyritøkan royndi at konsolidera seg, áðrenn hon fór út í enn eina stóra íløgu í at uppbyggja egið GSM-kervi. Hendan íløgan krevur millum annað at Kall fær eina kapitalhækking í næstum. Soleiðis verður tó ikki, nú Kall ætlar sær at bjóða fartelefontænastur longu í ár.<o:p></o:p>


 <o:p></o:p>


Rætt at byrja nú<o:p></o:p>


Á Fjarskiftiseftirlitinum eru tey tó ikki  iva um at nýggja fjarskiftisfyritøkan ger rætt á at fara inn á marknaðin fyri fartelefoni so skjótt sum gjørligt.<o:p></o:p>


- Eftir gott eitt ár við øktari kapping á marknaðinum fyri fastnettelefoni og internet er greitt, at karmarnir á teimum økjunum eru um at verða troyttir. Tað verður í framtíðini neyðugt at kunna bjóða viðskiftafólkunum fleiri tænastur, og tí er tað neyðugt hjá Kalli at fara inn á marknaðin fyri fartelefoni, um fyritøkan framhaldandi skal vera við í kappingini á hinum fjarskiftisøkinum, metir sjtórin á Fjarskiftiseftirlitinum, Jógvan Thomsen.<o:p></o:p>


Hesum er Bjarni Askam, stjóri á Kalli, samdur í. <o:p></o:p>


- Tað hevði verið ein stokkut gleði, um vit nú løgdu okkum afturá og steðgaðu íløgunum. So høvdu vit spakuliga máðað grundarlagið undan okkum sjálvum, tí í framtíðini fer brúkið av fastnettelefon uttan iva at minka, meðan allur vøksturin verður innan brúk av fartelefonum, sigur stjórin á Kalli.<o:p></o:p>


 <o:p></o:p>


Væntað tað fyrr<o:p></o:p>


Á Fjarskiftiseftirlitinum høvdu tey væntað, at kappingin á fartelefonmarknaðinum fór at koma nakað fyrr, eftir at loyvi at reka GSM net varð givið Kalli millum jól og nýggjár í 2000. Men samstundis skilja teir støðuna hjá fjarskiftisfyritøkuni, sum seinasta árið hevur verið ígjøgum eina samanlegging við TeleF. <o:p></o:p>


Kall ætlaði upprunaliga at bjóða út fartelefontænastur seint á summari í fjør. Men samanrenningin millum Kall og ta minnu fjarskiftisfyritøkuna TeleF hevur sambært stjóranum verið fremst á dagsskránni hjá fyritøkuni fram til í januar í fjør, tá alt var avgreitt, og hetta hevur seinkað ætlanunum á fartelefonøkinum eitt ár.<o:p></o:p>


 <o:p></o:p>


Mótspælið er í gongd<o:p></o:p>


Í løtuni er Føroya Tele einsamøll fyritøka á marknaðinum fyri fartelefoni í Føroyum. At kapping í næstum verður á marknaðinum fer uttan iva at ávirka gongdina komandi tíðina.<o:p></o:p>


Bjarni Askam vísir á, at á Føroya Tele hava tey verið rættiliga kvik at koma við mótspæli, tá Kall er komin við nýggjum tænastum, og tað væntar hann fer at halda fram.<o:p></o:p>


- Tá vit komu á marknaðin fyri fastnettelefoni og lækkaðu prísirnar, lækkaði Føroya Tele eisini prísirnar. Tá vit bjóðaðu ókeypis internet, tók Føroya Tele stovningargjaldið fyri internet burtur, og soleiðis fer gongdin eisini at halda fram, tá vit koma inn á fartelefonmarknaðin, metir Bjarni Askam.<o:p></o:p>


Hann viðurkennir, at tað hevði verið lættari at fingið viðskiftafólk fyri einum ári síðan, tá færri fólk høvdu fingið sær fartelefonhald hjá Føroya Tele, men vísir á, at bert umleið helvtin av viðskiftafólkunum hjá Føroya Tele er haldbundin.<o:p></o:p>


- Hin helvtin hevur talutíðarkort, og tey kunnu skifta til Kall í morgin uttan trupulleikar, sigur Bjarni Askam, sum tó metir at Føroya Tele longu er í gongd við at tryggja sær fleiri haldbundin viðskiftafólk við tilboðnum um "GSM-frítíð", ið er eitt bíligari hald við øðrum treytum enn vanliga haldið.<o:p></o:p>


- Tað sær út til at mótspælið longu er í gongd, sigur Bjarni Askam, stjóri á Kalli, sum í næstum fer undir at bjóða telefonglaðum føroyingum fartelefontænastur.<o:p></o:p>


 <o:p></o:p>