Andstøðan vinnur valið í kvøld

Tað vísir tann fyrsta veljarakanning, har tey hava spurt fólk, sum hava verið á valið

Andstøðan fer at vinna løgtingsvalið í kvøld. Tað vísir tann fyrsta kanningin, har fólk, sum hava verið á vali, eru spurd, hvat tey valdu. Hetta er ein kanning, KvF hevur gjørt. Kanningin vísir, at andstøðuflokkarnir fara at fáa 18 tinglimir og samgongan fer at fáa 15 tinglimir.

 

Eftir kanningini fær Fólkaflokkurin 20 prosent av atkvøðunum og fær sjey tinglimir, og tað er nógv frægari enn kanningar hava víst, at flokkurin fer at fáa. Men Fólkaflokkurin missur sostatt ein tinglim.

 

Sambandsflokkurin missur eisini rættiliga nógv og fær bara seks tinglimir og tað er eisini ein minni enn hann hevur nú.

 

Javnaðarflokkurin verður størsti flokkur og fær 25 prosent av atkvøðunum og átta tinglimir, ella ein meiri enn nú. Sjálvstýrið fær tvey prosent av atkvøðunum og ongan tinglim, og Tjóðveldi fær 19 prosent og sjey tinglimir, sum er ein meiri enn nú.

 

Framsókn fær eitt gott væl og fær átta prosent av atkvøðunum, og fær tríggjar tinglimir, ein meiri enn nú. Miðflokkurin stendur í stað og varðveitir sínar tveir tingsessir.

 

Men kanningin vísir eisini, at í summum førum er tætt og tað skal ikki so nógv til, at onkrar broytingar henda.