Fólkaskúlin
Sosialurin hevur spurt formannin í Føroya Lærarafelag, Magnus Tausen, um tey tilboð, sum veikir næmingar fáa í føroyska fólkaskúlanum í dag, eru nóg góð. Hann staðfestir, at hóast glottar eru, so eru holini minst líka nógv.
- Tað eru lærarar, læraratoymi og skúlar, sum hava umstøður og orku at lofta næmingum við lesitrupulleikum, aspergers, adhd ella øðrum. Men um vit hyggja at øllum skúlunum í landinum, so mugu vit staðfesta, at skipanin ikki er nóg góð, sigur Magnus Tausen.
- Trupulleikin er fyrst og fremst, at onki yvirlit er. Vit hava einki samlandi organ, sum sigur hvussu standurin er. Í dag vita lærarar og foreldur, at nakrir næmingar ganga til onga nyttu í skúla, men hetta verður ongastaðni staðfest, og foreldur renna frá peri til pól, tí so nógvir ymiskir stovnar og ráð eru innblandað.
Føroya Lærarafelag hevur leingi eftirlýst, at alt barnaøkið verður lagt undir eitt ráð, soleiðis at tað er púra greitt, hvør landsstýrismaður hevur ábyrgd fyri teim veiku næmingunum. Undir hesum ráðið kundi ein sterkur sernámsdepil so umsiti bæði krøv og resursir til lokalu økini, sigur Magnus Tausen.
- Kommunurnar hava umsitið barnagarðsøki og hava tey seinastu árinini lagt nógva orku í at skapa nøktandi umstøður og eisini at veita stuðul til tey børn, sum tørva hjálp, sigur Magnus Tausen.
Men tá barnið fer í skúla fylgir vitanin og stuðulin ikki við. Múrurin millum barnagarð og skúla ger, at bæði vitanin um barnið og tað arbeiðið sum er gjørt fyri at menna barnið onkursvegna fer til spillis.
Mugu hjálpast tíðliga
Kanningar vísa, at jú fyrr barnið verður hjálpt, jú betri verður úrslitið, sigur Magnus Tausen. Finland hevði besta úrslitið í Pisa kanningini, og har hava myndugleikarnir júst lagt serligan dent á, at fáa teir veiku næmingarnar upp í miðuna so skjótt sum møguligt.
Magnus Tausen hevur sjálvur verið lærari í einum 1. flokki, har tveir lærarar vóru saman um allar tímarnar, og hann er vísur í, at hendan skipan loftaði nøkrum næmingum, sum annars høvdu staðið hjálparleysir nøkur ár seinni. Men tað er misjávnt, hvussu hendan skipanin virkar runt landi, tí teir smærri skúlarnar hava færri tímar at flyta runt við og hava tí ikki møguleika at uppraðfesta teir yngru flokkarnir.
Ein annar trupulleiki er múrurin millum barnagarð og skúla. Markið millum barnagarð og skúla skal vera meira flótandi, sigur Magnus Tausen, og hann hevur einki ímóti, at pædagogar vera partur av arbeiðnum tey fyrstu skúlaárini.
Mugu styrkja skipanina
Í Runavík hava tey sett serstovur á stovn, sum umframt at vera skúlastovur hjá heilt veikum næmingum eisini skulu geva lærararum tilfar og vitan til gerandisdagin í vanligu skúlastovuni. Og í Havn og í Suðuroy verður sami møguleiki kannaður, sigur Magnus Tausen. Hetta er gott, men tað besta hevði verið, at hesar stovur vórðu samskipaðar.
- Vit hava brúk fyri einum sterkum sernámsdepli, tí í dag er leikluturin hjá hesum stovni alt ov ógreiður og veikur.
Formaðurin í Føroya Lærarafelag sær ikki nakra andstøðu millum ætlanirnar at leggja fólkaskúlaøki út til kommunurnar og ynski um eitt sterkari yvirskipað organ. Tí tann sterka landsskipanin skal tryggja, at kommunurnar hava bæði tey neyðugu krøvini og tær bestu resursirnar.
- Ein vanligur lærarari við góðari ráðgeving og góðum umstøðum kann geva øllum børnum tað, sum tey hava brúk fyri. Tað ræður um at brúka teir miðlar, sum vit hava, so gott sum møguligt, sigur Magnus Tausen.
Og tað gera vit ikki í dag, slær hann fast. Hann lýsir øki sum eitt rót millum fleiri ráð og stovnar, har foreldur ganga oyðimarkagongd frá einum til hin, og til síðst eru so ráðaleys, at tey velja at senda børn síni av landinum.
Lærarar flýggja
Tað eru ikki bara børn og foreldur, sum líða undir núverandi ruðuleika, hetta er eisini høvðusorsøkin til, at lærarar ikki trívast.
Av tí at børnini ikki verða hjálpt og lærarar ikki fáa neyðugu amboðini at hjálpa teimum, standa lærarar í tí støðu, at tey síggja, at børn mistrívast og einki læra, men teir fáa einki gjørt. Samstundis skapar tað sjálvandi óróð og stríð í flokkinum at hava hjálparleysar og vónsviknar næmingar.
Sernámsdepilin hevur ein pulju, sum verður brúkt til næmingar, sum hava staðfestar sjúkur. Men setanarviðurskifti hjá slíkum lærarum eru øðiliga vánalig, og hesi størvini eru tí av somu orsøk lítið eftirspurd.
Í staðin kundi lærarafelagsformaðurin hugsað sær, at teir stóru skúlarnir høvdu fastsettan sálarfrøðing og námsfrøðing umframt fastsettar serlærarar. Og teir minnu skúlarnir kundu samstarva um somu skipan. Hetta er, sambært Magnusi Tausen, ikki utopi, tí talan er ikki um óendaligar nógvar lærarar, men heldur at samfelagið fær tað bestu burtur úr tí, sum vit hava. Og hetta kann gerast við fyrst og fremst at samskipa alt barnaøki.
Myndatekstur
Í dag vita lærarar og foreldur, at nakrir næmingar ganga til onga nyttu í skúla, men hetta verður ongastaðni staðfest, og foreldur renna frá peri til pól, tí so nógvir ymiskir stovnar og ráð eru innblandað, sigur Magnus Tausen, formaður í Føroya Lærarafelag