Katastrofalan start

? Starturin hjá okkum hevur ongantíð verið nakað at reypa av, men í dag var hann katastrofalur. Men tað skal nú ikki vera nøkur umbering fyri, at vit taptu í dag, sigur Kjartan Mohr, ein av rógvarunum á Jarnbardi.
Hann heldur fram, at teir so nógv heldur vildu havt tapt við einari heilari bátslongd enn við so lítlum muni.
Men hann leggur dent á, at føroyameistaraheitið reyk fyri teirra viðkomandi á Jóansøku, tá teir einans megnaðu eitt sættapláss.
? Jóansøkuróðurin var eitt gott tekin um, at vit ikki eru vandir rógvarar. Vit dugdu als ikki at rógva undir hasum umstøðunum, og tí gekk tað, sum tað gekk. Men hon var okkum dýr, sigur Kjartan Mohr.
Nú fara Jarnbarda menninir, sum allar aðrar manningarnar, at venja hart til seinasta róðurin í ár.
? At vinna ólavsøkuna hevði verið gott, men, men?sundamenninir eru góðir, sigur Kjartan.