Heðin Mortensen hevur trý atlit at taka. Hann er javnaðarmaður, og skuldi tí havt áhuga í at »javna«. Hann er borgarstjóri í Havn, og hevur tí vælferðina hjá høvuðsstaðnum at hugsa um. Og hann er formaður í Kommunusamskipan Føroya, og má tí taka sær av teirra áhugamálum.
Men Heðin Mortensen heldur, at hesi trý saktans kunnu sameinast.
- Fyri at taka tað seinasta fyrst, so hevur Kommunusamskipan Føroya gjørt egnar útrokningar í sambandi við eina møguliga útjavningarskipan. Tær vísa, at Suðurstreym og Eysturoy verða økini, ið skulu javna út til hini. Men talan verður bert um smápengar. Og sum javnaðarmaður havi eg sjálvandi einki ímóti at javna, men tað skal vera við skili. Og endiliga sum borgarstjóri í størstu kommununi í landinum havi eg einki ímóti at hjálpa øðrum kommunum, men eisini í tí førinum má skil vera í, sigur Heðin Mortensen.
Hann sigur, at Kommunusamskipan Føroya hevur gjørt sær stóran ómak at vitja allar kommunur í samskipanini og greitt frá teimum útrokningum, sum felagsskapurin hevur latið gjørt. Og ongastaðni hevur hann merkt nakran illvilja móti teimum ætlanum, sum KF hevur á hesum økinum.
- Men tað eru nøkur ting, sum mugu fáast upp á pláss. Og her er serliga talan um uppgávubýtið millum land og kommunur. Vit vilja fegnir hava fleiri uppgávur lagdar út á okkum, tað verið seg eldraøkið, skúlaøkið ella sosiala økið. Men so mugu pengarnir eisini fylgja við, sigur borgarstjórin.
Landið við
Tá tað verður nevnt, at øll grannalondini hava ein útjavningarpolitikk, so hevur Heðin Mortensen ikki nakað ímóti, at vit eisini fáa ein slíkan í Føroyum.
- Tað er bara tað at siga til tað, at í grannalondunum letur landið pengar til økini, meðan ætlanin í Føroyum er, at kommunurnar sjálvar skulu gjalda tað, sum tað kostar. Til dømis vilja landsins myndugleikar nú minka afturberingina av MVG úr 75% niður í 25%, sigur Heðin Mortensen.
Hann leggur dent á, at hann ikki er ímóti einari útjavningarskipan, men skal hon kunna virka, er neyðugt við størri kommunalum eindum.
- Vit í Suðurstreymi hava gingið undan tá tað kemur til at leggja kommunur saman. Og tað hevur gingið sera væl. Somu gongdina síggja vit við Sunda Kommunu og Runavíkar Kommunu, sum eisini hava stóra framgongd eftir samanleggingar. Og tað er tann vegin vit noyðast at ganga um alt landið, sigur borgarstjórin í Havn.
Hann heldur, at mann longu nú kundi sett á stovn ein kommunalan grunn, sum kundi verið til at tikið, um onkur av smærru kommununum kom illa fyri av onkrum óvæntaðum tilburði. Men útjavnanin má bíða, til tíðin og umstøðurnar eru til tað.
- Eg síggi soleiðis upp á tað, at hevur Havnin tað gott, so hava bygdirnar tað eisini gott. Og hava bygdirnar tað gott, so hevur Havnin tað eisini gott, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Hhavn.