Klaksvíkingur uttan manning

Klaksvíkingar hava ilt við at mannað størru bátarnar hjá Klaksvíkar Róðrarfelag, og nógv bendir á, at bæði Klaksvíkingur og Nevið Reyða vera uttan manning komandi kappingarár

Flaggskipið hjá Klaksvíkar Róðrarfelag, 10-mannafarið Klaksvíkingur, hevði eitt sera gott kappingarár í fjør, tá teir eisini vunnu føroyameistaraheitið. Stórur partur av manningini frá tí bátinum býr tó uttanlands, og tí er nú nógv, sum bendir á, at klaksvíkingur ikki verður mannaður av somu manning í ár, sum hann var í fjør. Hetta kann føra við sær, at Klaksvíkingur slett ikki verður mannaður komandi kappingarár.
Sum skilst, so eru fleiri av rógvarunum frá í fjør, sum ikki hava tíð til at rógva komandi kappingarár. Onkur hevur fingið smá børn, og tí eru fleiri teirra sum meta, at tíðin ikki strekkir til enn eitt heilt summar við kappróðri.
 
Ringt at manna størru bátarnar
Formaðurin í Klaksvíkar Róðrarfelag, Jóhan Petur Jacobsen, sigur, at enn er ikki endaliga greitt, um Klaksvíkingur verður mannaður ella ikki.
- Vit vita enn einki við vissu, hvørt sama manning fer at manna Klaksvíking. Fleiri teirra búgva tó uttanlands, onkur teirra hevur økt um familjutalið, og tí er okkurt, sum bendir á, at báturin ikki verður mannaður av somu manning komandi kappingarár.
Jóhan Petur sigur tó, at Klaksvíkar Róðrarfelag arbeiðir við at finna eina loysn at manna flaggskipið.
- Klaksvíkingur er í betri standi enn í fjør. Vit hava invisterað eitt sindur í bátin, so í løtuni arbeiða vit við at finna alternativar loysnir. Man sigur, at maður kemur í mans stað, so vónandi verður báturin mannaður, líkamikið um tað verður við somu manning ella við aðrari manning.
Jóhan Petur sigur annars, at flestu bátarnir hjá Klaksvíkar Róðrarfelag eru mannaðir, men at tað tykist trupult hjá fleiri feløgum at manna størru bátarnar.
- Fyri uttan 10-mannafarð, so haldi eg, at vit eru væl fyri í ár. Fípan Fagra er mannað hjá bæði gentum og dreingjum, og tað sama er galdandi fyri Teklu. Páll Fangi er eisini mannaður hjá bæði kvinnum og monnum, so tað sær hampiliga gott út. Tað tykist annars vera rættiliga tungt at manna størru bátarnar. Hjá okkum er Nevið Reyða ikki mannað enn, og einki er enn avgjørt við Klaksvíkingi.
- Sum eg skilji á lagnum, so er tað ikki bara í Klaksvík, at vit hava trupulleikar at mannað størru bátarnar. Tað hoyrist, at onnur róðrarfeløg eisini hava trupulleikar at mannað størru bátarnar, so hetta verður kanska ein trupulleiki hjá føroyskari kapprógving komandi árið.
 
Hava sett venjara
Klaksvíkar Róðrarfelag hevur annars sett nýggjan venjara at standa á odda fyri rógvingini. Maðurin eitur Søren Olsen, og Jóhan Petur fegnast um at hava fingið ein venjara.
- Vit hava sett Søren Olsen í starv sum venjara hjá felagnum. Hann skal serliga leggja lag á hjá yngru rógvarunum, men hann kann eisini koma við uppskotum til aðrar manningar. Um Klaksvíkingur verður mannaður, so hevur hann tó sína egnu venjingaskrá, so Søren verður neyvan nógv knýttur at hesum bátinum.