Klaksvík: Raian er ein blíður og prátingarsamur, ungur maður. Hann tosar amerikanskt, men skilir hampuliga væl tað før-oyska málið. Eisini koma onkur einstøk føroysk orð frá honum, meðan hann tosar. Hann hevur føroyska mammu, hon eitur Malan, og tey búgva sum sagt í USA, har Raian er føddur og uppvaksin.
- Maturin er tað torførasta at venja seg við. Tit eta sera sunt, tað er eitt tað fyrsta, sum eg havi hugsað um, sigur Raian, sum tó ikki dámar føroyska matin so væl. Eitt nú dámar honum ikki skerpikjøt, ræstan fisk ella kjøt. Men hann hevur roynt grindabúff, og tað dámdi honum sera væl. Hann greiðir frá, at í USA plagdi hann at eta fast-food hvønn dag og onkuntíð fleiri ferðir um dagin.
- Tykkara fast-food er nógv øðrvísi enn okkara, men hann smakkar væl kortini, sigur Raian, sum ofta leggur leiðina framvið ein av grillunum ella pylsuvognunum í Klaksvík.
Hann vil tó ikki viðganga heilt, at tað er so ósunt í USA, sum onnur vilja vera við. Hann greiðir frá, at hann har yviri íðkaði nógv ymiskt. Sum til dømis kurvabólt, lyfti vektir og eisini rann hann langar teinar fleiri ferðir um vikuna. Hann er farin til fótbóltin her. Hann venur við fyrstu deild monnum hjá KÍ, og tað dámar honum væl. Hann spælir tó ikki við teimum.
Vøkur fólk
Raian kom higar fyrst í mai mánaði, saman við mammu síni, mostur sínari og hennara soni við konu.
Mamma Raian, Malan, hevur tvær systrar. Og tær eru allar búsitandi í Portlandi, Oregon. Og nú hava tvær teirra og ein partur av teirra familju sostatt verið heima og vitjað. Tey eru øll farin avstað aftur uttan Raian, sum jú hevur gjørt av at búseta seg her í eina tíð.
Hann skilir sum sagt málið. Mamma hansara hevur tosað føroyskt við hann, og tað hevur hjálpt honum nógv. Hartil skal sigast, at tey búðu her í trý ár, áðrenn Raian fór í skúla. Ta tíðina minnist hann tó ikki so nógv til, uttan onkrar vinmenn, sum hann fekk tá, og nú hevur fingið høvi til at koma at kenna aftur. Og tað er hann sera fegin um.
- Føroyingar eru so blíðir, sigur hann.
Tá mamma hansara byrjaði at tosa um hendan túrin, byrjaði hugskotið um at búseta seg her í eina tíð at spíra í høvdinum á Raian. Hann tosaði við mammu sína um tað, og hon helt tað vera eitt gott hugskot. Hon royndi so at greiða honum frá ymiskum her. Hvussu landið er og so framvegis.
- Eitt tað fyrsta mamma segði var, at føroyingar eru eitt vakurt fólkaslag. Hon segði enntá, at hon helt, at føroyingar eru tað vakrasta fólkaslagið í heiminum, og eg kann bara geva henni rætt, sigur Raian smílandi og leggur dent á, at her eru avbera nógv vøkur fólk at síggja í mun til fólkatalið.
Raian tosar nógv um munin millum Føroyar og USA, og tað ger tað týðuligt, hvussu stutt hann hevur verið her. Tí at hann hevur framvegis ikki vant seg við ymisk viðurskifti.
Hann greiðir frá, at omma hansara bert hevur eina sjónvarpsrás, og tað heldur hann er rotið.
- Handan rásin letur ikki til at nytta nakað sum helst, so eg sakni aðrar at velja ímillum, sigur hann. Eisini letur hann illa at tónleikinum, tí her ger tað sama seg galdandi aftur. Hann er vanur við at hava einar 50 rásir at velja ímillum, meðan her eru tað bert tríggjar.
Men hetta eru alt viðurskifti, sum Raian er vísur í, at hann kann venja seg við. Hann gleðir seg til at kunna fara til arbeiðis og vinna sær nøkur oyru, áðrenn hann fer yvir aftur, har hann fer á læraraskúla.