AT SKREIÐA: Í sekstiárunum og seinni mundu øll á Argjum siga at »skreiða«, ja, kanska øll í Suðurstreymoy.
Í dag siga argjabørn vanliga at »sleta«!
Dugir onkur málkønur ella máláhugaður at siga, hvussu ein slík málbroyting man henda? Munnu øll børn í Føroyum siga at »sleta« í dag?
AT SLETA: Í gomlu orðabók finna vit ikki sagnorðið, at »sleta«.
Í móðurmálsorðabókini finna vit harafturímóti sagnorðini, at »sleta« og at »sleða« (gamalt mál; at sleða grót og tøð).
Harumframt hava vit sagnorðið, at »aka«.
EIN SKREIÐA: Navnorðið, ein »skreiða«, er eisini til. Tað merkir: ein skari av bátum/skipum og ein skreiðibreyt.
KAVI: Kavi er eitt serligt føroyskt orð. Kortini siga vit »snjóhvítt«.
AT HILLA: Eg helt »hilla« vera suðuroyarmál. Tað sigur móðurmálsorðabókin eisini. Tosaði annars við nakrar suðuroyingar, sum ikki hildu seg hava hoyrt orðið har suðuri. Hvussu man vera vorðið við tí?
ÆLI/ÆLIÐ: Í vørpunum eru summi farin at siga »kavaæli(ð)« í staðin fyri kavaæl!? Sjáldsamt!
Dømi: Tórshavn, kavaæli(ð) og gott sýni.
Á Borg á Argjum í torrakava 2008
Við snjókvøðu