avhoyra hann tá. Hann verður so avhoyrdur seinni Í nátt rendi ein bilførari á ein garð í Klaksvík, og tá ið løgreglan fekk fatur á bilføraranum, hevði hann rættiliga góða kenning, so hann varð førdur til [...] rúsdrekkakoyring. Eisini í einum skeinkistaði í Klaksvík var ófriður. Løgreglan fekk boð um, at ein maður var púra svakur. Hann varð burturvístur, men tá varð hann so óður, at hann tveitti um seg við stólum
Maður kemur í mans stað verður sagt, men so var støðan ikki í Føroyingafelagnum á Lollandi og Falster fyri um 10 árum síðani. Tey gomlu fullu frá, og eingin kom í teirra stað. So einfald var støðan, og [...] felagið mest um ein kaffiklubba á einum ellisheimi. Tá ið felagið varð stovnað í 1971 , taldi limalistin um 100 limir. Fyri bert fáum árum síðani var hann komin niður á 20. Ein ótolandi støða, ið fekk [...] ymsu nevndirnar mettu, at tá ið ein er komin nærum niður á botn, tá er bert ein vegur - og tað er upp. Og rætt fingu tey, tí dagin í dag sæst á limalistanum, at nú gongur rætta vegin - ikki færri enn 43
Í 2014 bygdu súlur 28 reiður á Rokkinum (Rockall), men øll reiðrini skolaðu burtur í einum ódnarveðri 1. juli. Fyrstu ferð súla átti á Rokkinum var í 1992, tá eitt reiður við eggi varð funnið. Tvey onnur [...] vorpið á Rokkinum, men útlitini til at nakar ungi kemur undan eru vánalig, tí Rokkurin er bert 17 m høgur, og ofta skolar brimið inn yvir hann. Bæði havhestur, rita og lomvigi halda eisini til á Rokkinum [...] eini fimm pør, sum eiga á Mykinesi. Seinast súlur vórðu taldar í Føroyum var í 1995, og tá áttu 2340 pør. Ætlanin er at endurtaka teljingina í summar. Hetta skrivar Havstovan á hav.fo
um átta tíðina, varð ein ungur maður álopin og illa viðfarin mitt í Havnini. Hann var á veg til hús og var at kalla við úthurðina, tá ið fýra blaðungir dreingir løgdu á hann og bæði slóðu og sparkaði hann [...] Maðurin, sum varð álopin, hevur verið á Landssjúkrahúsinum til kanningar og fyri at skjalprógva teir skaðar, hann hevur fingið. Løgreglan sigur, at einki bendir á, at hann hevur fingið álvarsligan skaða [...] var álopin, hevur ikki peiling av, hví teir løgdu á hann, tí hann hevði púra einki havt við teir at gera. Løgreglan sigur, sostatt er nógv, sum bendir á, at talan var um púra ógrundaðan harðskap.
samfelagi, tá ið hon heldur upp á okkara tjóð. - Eisini hevur ólavsøkan nógv at siga fyri meg persónliga, kanska serliga av tí at Havnin er mín heimbýur, sigur Beinta. Beinta og maður hennara eru búsitandi í Hvalvík [...] við at arbeiða í ár. Tó ætlar hon at njóta Ólavsøkuhugnan, og at fáa eitt sindur við av øllum tí, ið á hvørjum árið myndar ólavsøkuna. - Hóast eg skal arbeiða, so havi eg frí tá ið kappóður er, so tað ætli [...] Hvalvík, og fáa tí ikki ólavsøkugestir á gátt. Tí hevur tað tey seinastu árini verið siðvenja hjá teimum at fara til systir Beintu fyri at hugna sær saman har, eins og til at fáa sær ein góðan bita. Eftir
Hjá monnum eydnaðist tað VÍF at fáa øll stigini við heim úr høllin á Hálsi. Tað gekk leingi javnt á, men seinasta minuttin vóru gestirnir neyvari. Kyndil fekk tvey tey fyrstu málini og tóktust tendraðir [...] kom Kyndil upp á 20-20, men megnaði ikki at taka av, tá VÍF í fleiri førum vóru í undirtal. 90 sekund fyri tíð var Time Out, og støðan var javnleikur 22-22. VÍF hevði bóltin og skoraði upp á sítt álop. Tað [...] tendraðir, men VíF svaraði aftur. Móti endanum av hálvleikinum vóru Kyndlamen ein maður í yvirtal í fýra minuttir, men megnaðu ikki at útnytta støðuna. Millum annað langaði Rasmus Junker ein bólt í málhornið
landsdystir, og sum var fastur maður í miðverjuni á landsliðnum fram til ársenda í 2018. Í fjør var hann ongantíð á landsliðnum. Tað komst av, at hann ikki spældi nakað serligt og tískil ikki var í dystarvenjing [...] Tað er rættiliga nógv, sum bendir á, at B36 verður styrkt við einum landsliðsspælara, sum hetta kappingarárið fer at umboða árstalsfelagið. Talan er um Sonny Ragnar Nattestad, ið hevur spælt 25 landsdystir [...] ð hevur ikki leitað eftir nýggjum miðverja, men tá ið landsliðsspælari nú er komin upp í føvningin á teimum í B36, so taka teir av, og so fer sáttmáli at verða undirskrivaður millum B36 og Sonny Ragnar
tvær ferðir á Svangaskarði, og báðu ferðirnar fóru fuglfirðingar inn aftur við fullari úrtøku. Fyrra dystin vunnu teir 2-1, og tann seinna vunnu teir 2-0. Tað eru 11 ár síðani, at B68 vann á heimavølli [...] vann B68 1-0. Málskjútti í fyrra hálvleiki var André Olsen, sum nú er hjálparvenjari í NSÍ. Einasti maður, sum var við ta ferðina, og sum verður við í kvøld, er Øssur Hansen. Fyri 11 árum síðani var hann [...] javnleikum ímóti B36 og TB. ÍF hevur sjey stig eftir sigrar ímóti TB og 07 Vestur. Sunnudagin, tá ið B68 á heimavølli tapti 2-1 ímóti NSÍ, noyddist B68 málverjin Joakim Jurs av vøllinum, tá ið ein tími var farin
Nógv fólk hevur verið á G! festivalinum, men har hevur alt gingið upp á stás. Løgreglan sigur, at har hevur ikki verið meiri at gera enn tað er væntandi, har so nógv fólk savnast í veitslulag. Fyrr var [...] uppgáva hjá løgregluni at ansa eftir á tiltøkum, sum hesum, men síðani varð tað eitt krav, at tey, sum skipa fyri slíkum tiltøkum, skulu sjálvi hava fólk at halda skil á innan fyri girðingina. Sostatt hevur [...] av samarittum verið til staðar á G! í nátt, og tey taka sær av øllum innan fyri girðingina, so øllum tí sleppur løgreglan undan nú. Tað einasta, vit hava havt av arbeiði á Festivalinum, er at halda ferðsluna
úti á skreitt á sletu saman, bæði børn og vaksin. Á Facebook-síðuni - Nólsoy Nú & Tá - liggja fleiri myndir av vaksnum og børnum, sum hugna sær á sletu, og sum vanligt er, tá nólsoyingar finna upp á okkurt [...] sum á viðheftu myndum, har vit síggja Anne Mette Greve Klemensen, prest og mannin, Leif Hansen. Á innsettu myndini er tað nýggi ákærin í Føroyum, Katrin Thorsvig Hansen, sum eisini roynir seg á sletu [...] fór yvir í danska løgmálaráðið, har hon hevur starvast seinastu árini. In.fo kann leggja aftrat, at maður Anne Mette Greve Klemensen, Leif Hansen og Katrin Thorsvig Hansen, eru systkin. Foreldrini eru Una