Tað hevur aftur verið nógv fólk í býnum í nátt. Men ímeðan tað hevur verið stak friðarligt og hampiligt, bæði í Havn, og aðrastaðni í nátt, hevur løgreglan havt úr at gera í Klaksvík.
Fyrst fóru tveir mans til hendurs í einum privathúsum og har varð løgreglan boðsend. Tann eini maðurin var so illur, at hann breyt eina hurð, og løgreglan gjørdi av at taka hann í varðhaldi at sova rúsin av sær, tí hann var so dýrandi fullur, at tað var vónleyst at avhoyra hann tá. Hann verður so avhoyrdur seinni
Í nátt rendi ein bilførari á ein garð í Klaksvík, og tá ið løgreglan fekk fatur á bilføraranum, hevði hann rættiliga góða kenning, so hann varð førdur til lækna at tak blóðroynd. Áðrenn hann varð leyslatin aftur, var hann so skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.
Eisini í einum skeinkistaði í Klaksvík var ófriður. Løgreglan fekk boð um, at ein maður var púra svakur. Hann varð burturvístur, men tá varð hann so óður, at hann tveitti um seg við stólum og sparkaði so hart í eina hurð, at rúturin brotnaði.
Eisini hann varð tikin í varðhaldi, og har liggur hann enn, til hann er so frægur aftur, at hann kann avhoyrast.










