Tíðliga í morgin, um átta tíðina, varð ein ungur maður álopin og illa viðfarin mitt í Havnini.
Hann var á veg til hús og var at kalla við úthurðina, tá ið fýra blaðungir dreingir løgdu á hann og bæði slóðu og sparkaði hann rættiliga illa. Maðurin lat seg kortini ikki fella, men varð standandi, og løgreglan heldur, at tað var kanska ein orsøk til, at hann slapp so frægt burtur úr tí, sum hann gjørdi.
Maðurin fekk smoygt sær innum úthurðina, men eitt húsfólk, sum kom til, sá álopsdreingirnar renna avstað, men hann helt seg kenna ein av teimum.
Ringt varð eftir løgregluni, sum kom á staðið. Tey hava ikki funnið álopsdreingirnar enn, men tey vóna, at húsfólkið hevur kent rætt, tí tað fer at gera kanningararbeiðið lættari.
Løgreglan sigur, at talan er um heilt ungar dreingir, kanska vóru teir bara 15 ára gamlir.
Maðurin, sum varð álopin, hevur verið á Landssjúkrahúsinum til kanningar og fyri at skjalprógva teir skaðar, hann hevur fingið. Løgreglan sigur, at einki bendir á, at hann hevur fingið álvarsligan skaða, kortini.
Maðurin, sum var álopin, hevur ikki peiling av, hví teir løgdu á hann, tí hann hevði púra einki havt við teir at gera. Løgreglan sigur, sostatt er nógv, sum bendir á, at talan var um púra ógrundaðan harðskap.