Maður kemur í mans stað verður sagt, men so var støðan ikki í Føroyingafelagnum á Lollandi og Falster fyri um 10 árum síðani.
Tey gomlu fullu frá, og eingin kom í teirra stað. So einfald var støðan, og dag frá degi minti felagið mest um ein kaffiklubba á einum ellisheimi.
Tá ið felagið varð stovnað í 1971, taldi limalistin um 100 limir. Fyri bert fáum árum síðani var hann komin niður á 20. Ein ótolandi støða, ið fekk menn at hugsa um at avtaka felagið.
Men valt varð at halda fram óansæð hættisligu støðuna, tí ymsu nevndirnar mettu, at tá ið ein er komin nærum niður á botn, tá er bert ein vegur - og tað er upp.
Og rætt fingu tey, tí dagin í dag sæst á limalistanum, at nú gongur rætta vegin - ikki færri enn 43 føroyskir útisetar og onnur hava teknað seg sum lim í felagnum seinastu árini.
Erhard Olsen, næstformaður, sigur við in.fo, at hann er sera fegin um, at loksins er vend komin í, tí seinastu árini hava verið strævin.
Fíggjarliga er føroyingafelagið á Lollandi og Falster væl fyri. Skipað verður á hvørjum ári fyri hópin av tiltøkum, so sum ræstkjøtaveitslu, hugnakvøldum, útferðum við meira.