VÍF fekk øll stigini, tá teir vóru á vitjan í høllini á Hálsi. Kyndil kom best frá byrjan, men helst skuldi VÍF verið á odda við fleiri enn trimum í hálvleikinum. Spenningurin vardi líka til átta sekund fyri tíð, tá VÍF kom á odda við tveimum.? Kyndil fekk tvey tey fyrstu málini og tóktust tendraðir, men VíF svaraði aftur. Móti endanum av hálvleikinum vóru Kyndlamen ein maður í yvirtal í fýra minuttir, men megnaðu ikki at útnytta støðuna. Millum annað langaði Rasmus Junker ein bólt í málhornið.? Tá Kyndil so skoraði, so var tað fleiri ferðir upptakt til skjóta byrjan frá gestunum. Tað gav mál einar tvær ferðir og kostaði Josef Abrahamsen eina útvísting, tá mátti stegða einum skjótálopi. ? Finnur Hansson megnaði at minka um munin við góðum skotið í seinasta sekundinum av hálvleikinum, so munurin var trý mál í hálvleikinum.? Kyndil svaraði væl aftur í fyrru hálvu av seinna hálvleiki. Tíggju minutir fyri tíð kom Kyndil upp á 20-20, men megnaði ikki at taka av, tá VÍF í fleiri førum vóru í undirtal. 90 sekund fyri tíð var time-out, og støðan var javnleikur 22-22.? VÍF hevði bóltin og skoraði upp á sítt álop. Tað eydnaðist ikki Kyndil at svara aftur, og í seinastu sekundunum avgjørdi VÍF dystin til 24-22.
Úrslitið merkir, at VÍF nú yvirhálar Kyndil á stigatalvuni og hevur saman við H71 átta stig á ávíkavist øðrum og triðja plássi. Kyndil hevur sjey stig á fjórða plássi.
- - -
Kyndil – VÍF 22-24 (11-14)
Kyndil: Finnur Hansson 7, Ludvík Súnason 4, Josef Abrahamsen, 3, Birgir Poulsen 2, Thorvald Abrahamsen 2, Hørður Fannar Sigtorsson 2, Andrias Sólsker 1, Høgni Klein Olsen 1
VÍF: Magnus á Rógvu 4, Andrias Eriksen 4, Filip Jojic 4, Martin Ritto 4, Rasmus Junker 3, Joen Pauli Høgnesen 2, Bárður Brimsvík 1, Angar Joensen 1, Holger Durhuus 1