Nógv fólk hevur verið á G! festivalinum, men har hevur alt gingið upp á stás.
Løgreglan sigur, at har hevur ikki verið meiri at gera enn tað er væntandi, har so nógv fólk savnast í veitslulag.
Fyrr var tað ein krevjandi uppgáva hjá løgregluni at ansa eftir á tiltøkum, sum hesum, men síðani varð tað eitt krav, at tey, sum skipa fyri slíkum tiltøkum, skulu sjálvi hava fólk at halda skil á innan fyri girðingina.
Sostatt hevur vælmannað lið av samarittum verið til staðar á G! í nátt, og tey taka sær av øllum innan fyri girðingina, so øllum tí sleppur løgreglan undan nú.
Tað einasta, vit hava havt av arbeiði á Festivalinum, er at halda ferðsluna gangandi og at fáa bilar, sum stóu parkeraðir til ampa, fluttar, soleiðis at neyðsendarakfør sluppu fram, skuldi brúk verið fyri tí, sigur løgreglan.
Hinvegin ringdi ein maður, sum var á G!, til løgregluna, tí hann hevði illgruna um, at onkur hevði koyrt onkur rúsevni í glasið hjá honum, tí hann var vorðin so undarligur, tá ið hann hevði drukkið glasið.
Men hann visti ikki akkurát, nær tað skuldi vera hent, og hann hevði ongan illgruna til nakran ávísan, so tað kemst ikki víðari í tí málinum, sigur løgreglan.